Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2025 10:03

Sjálvboðin sjúkrarøktarfrøðingur í Sierra Leone

Mynd: Mercy Ships Føroyar

Tíðindaskriv/ Mercy Ships Føroyar

“At síggja umbroyttar sjúklingar er ein stór løn í sær sjálvum.” Tað sigur Súsanna Hendriksdóttir Olsen, sjúkrarøktarfrøðingur úr Lamba, sum júst er afturkomin av sínum næsta túri við sjúkrahússkipinum Global Mercy hjá felagsskapinum Mercy Ships. Skipið hevur ligið í Sierra Leone. Súsanna hevur arbeitt sum sjálvboðin sjúkrarøktarfrøðingur umborð, og danska blaðið Udfordringen hevur gjørt eina samrøðu við hana. 

“Eg havi fingið nógvar lívsjáttandi søgur við mær í viðførið. Lønin er nógv meira enn pengar. Arbeiðið sum Mercy Ships ger gevur góða meining, og eg eri takksom fyri at vera partur av tí, “ sigur Susanna Olsen við Udfordringen.

Súsanna er 30 ára gomul og býr í Keypmannahavn, har hon dagliga arbeiðir á eini hjartadeild á Ríkissjúkrahúsinum. 

Tá hon hyggur aftur á tær báðu ferðirnar, hon hevur verið við heimsins størsta sivila sjúkrahússkipi, eru tað serliga tveir sjúklingar, sum hon minnist:

“26 ára gamli Albert hevði skatt sær nøsina í einum bardaga fyri nøkrum árum síðani. Tá hann kom til okkara, var næstan helvtin av nøsini burtur. Nakrar dagar eftir skurðviðgerðina spurdi hann meg, nær hann kundi taka umbindingina av. Eg segði, at tað kundi hann um fimm dagar. Hann segði, at tað var í lagi; hann vildi vera tolin, tí vinir hansara høvdu happað hann í langa tíð, men nú fór hann skjótt at verða vakur aftur. Og tann dagin, tá umbindingin varð tikin av, og nøsin var grødd, kundi hann ikki lata vera við at hyggja seg sjálvan í spegilin allan tíðina. Tað var ein ómetaliga góð uppliving.”

“Ein annar sjúklingur, Ishaka, hevði bara eitt hol ístaðin fyri eina nøs, og tí hevði hann krógvað seg alt lívið. Men nú hann hevði fingið eina nøs segði hann: “Hygg at mær nú!” meðan hann gekk runt á deildini, glaður og fullur av lívsmóti. Hann krógvaði seg ikki longur.”

Frá seinna túrinum var tað ein miðaldrandi kvinna sum æt Miata, sum Súsanna serliga legði merki til. “Hon var innløgd við einum sera stórum struma. Tá hon eftir skurðviðgerðina hevði ein “vanligan háls” segði ein annar sjúklingur, at Miata var ikki longur ein heks. Eg og ein annar sjúkrarøktarfrøðingur vóru skelkaðar av hesi viðmerkingini og greiddur frá, at vit hava øll virði í Jesusi og eru skapað í Guds mynd og ikki sum heksir. Eg fekk tá at vita, at fólk við stórum struma vórðu kallað heksir. Hetta vísir, hvussu stóran týdning henda skurðviðgerðin hevur fyri fólk sum Miatu. Hon fer ikki longur at verða kallað heks. Henni nýtist ikki at krógva seg. Hon kann verða vird um eitt menniskja.”

Út úr skammikrókinum

At krógva seg er heilt vanligt í hesum londunum, tá fólk eru vanskapt. “Ein av lokalu samstarvsfelagunum hevur sagt mær, at hann beinleiðis skalv, tá hann fyri fyrstu ferð sá ein sjúkling við einum knykli, tí hann hevði ongantíð sæð nakað líknandi fyrr. Hann segði mær, at hann visti ikki, at tílík menniskju vóru til. Tey fjala seg alt lívið, so tey við vanligari útsjónd vita ikki, at hesi fólkini eru til. Henda søgan ávirkaði meg nógv. Eg síggi sjúklingar, tá teir verða útskrivaðir eftir viðgerðina, og teir eru so glaðir og stoltir og krógva seg ikki longur. Tað er stórt at uppliva.” 

Ein stórur dreymur gjørdist veruleiki

Súsanna Olsen hevur altíð havt ein dreym um at arbeiða við mennsikjum: “Eg droymdi um at gerast sjúkrarøktarfrøðingur ella lækni, fyri at brúka mína útbúgving bæði heima og í øðrum londum, har tey hava brúk fyri hjálp. Ein stórur dreymur hjá mær var at koma umborð á eitt av skipunum hjá Mercy Ships. Sjúkrarøktarfrøði er eitt meiningarfult arbeiði, og eg elski tað, líkamikið hvar í heiminum eg eri. Eg brenni fyri at hjálpa teimum, sum hava brúk fyri hjálpini. Eg ynski at gera mun fyri tey, sum veruliga hava brúk fyri tí. Eg havi altíð droymt um at arbeiða á einum staði, har neyðin er stór, og tí havi eg droymt um at verða send út og at brúka mína útbúgving bæði lokalt og altjóða,” sigður Súsanna við Udfordringen. 

Mælir øðrum til tað sama

Súsanna Olsen er somikið hugtikin av sjálvbodna arbeiðinum hjá Mercy Ships, at hon fegin mælir øðrum til at royna tað. “Tað er gott at koma burtur frá tí vælkenda umhvørvinum og uppliva eina heita mentan hóast stórt materielt fátækradømi. Tað lærir ein at síggja tilveruna øðrvísi. Harumframt haldi eg, at vit sum eru vælsignað við útbúgving og løn kunnu saktans geva eitt sindur til okkara brøður og systrar í øðrum londum, ið hava tørv á vón og heilsuhjálp.

Spurd um hon hevur nøkur ráð til onnur, ið ynskja at royna hetta sigur Súsanna: “Byrja beinan vegin at senda umsókn avstað, tí viðgerðartíðin er long. Og tú bindir teg ikki til nakað, fyrr enn allir partar eru vorðnir samdir um tíð og stað. So tú kanst altíð byrja umsóknartilgongdina og seinni avgera, um tú framvegis ynskir at luttaka. Og tá tú er komin avstað, ver so opin fyri at fáa so nógv sum til ber burturúr upplivingini, sum ikki kann mátast í pengum,” sigur hon.