Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2022 15:34

Sjálvberandi við orku, sjálvandi! (Løgtingsval 2022)

Mynd: Rógvi Nybo

Lesarabræv

SEV ætlar at hækka streymprísin komandi ár. Sjálvt um tað er steinur oman á byrðu hjá okkum øllum, at eisini streymprísurin fer upp, skulu vit prísa okkum lukkulig fyri SEV.

Kríggið í Evropa og avleiðingarnar av korona hava sent olju- og gassprísirnar á himmalferð.

Íløgurnar hjá SEV – sum vit øll eiga í felag – fara í grøna og varandi orku. Hetta hevur stóran týdning, tí umframt at prísirnir á olju- og gassi eru farnir til himmals, er tað nú eisini nógv truplari og nógv dýrari at fáa olju leveraða til SEV í Føroyum.

Vit hava onki strategiskt lagur fyri olju í Føroyum, og kemur onki skip við nýggjari olju til SEV, rýkur streymveitingin í Føroyum innan 14 dagar.

Tí hevur tað so sera stóran týdning, fyri umhvørvið og fyri okkara egnu trygd, at vit kunnu framleiða nokk av streymi uttan olju.

At vit verða sjálvberandi við grønari og varandi orku, sjálvandi!

Tað kostar. Men í mun til hvat evropearar gjalda fyri streymin í løtuni, sleppa vit bíliga.

Rógvi Nybo

Tjóðveldi