Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.12.2024 09:30

Sirið tekur uppskotið aftur

Tíðindaskriv

Málið um arbeiðsfremjandi tiltøk er tikið av skrá.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og Mentamálum hevur í morgun sent Løgtinginum eina fráboðan um, at hon tekur uppskotið um arbeiðsfremjandi tiltøk aftur, og verður tí eingin viðgerð av málinum í Tinginum í dag. 

Eg ásanni, at eitt so stórt mál krevur eina størri viðgerð áðrenn broytingar verða gjørdar.

Uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk ger stór inntriv í gerandisdagin hjá fólki, og eigur tí ikki at vera partur av einari fíggjarlóg. Málið krevur eina størri viðgerð, og tí er málið tikið aftur, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í Almanna- og Mentamálum.