Skála Ítróttarfelag skrivar:
Á ársveitslu felagsins, sum bleiv hildin leygarkvøldið, kunngjørdi formaðurin, at Simon hevði longt sáttmálan við tveimum árum.
Simon kom til felagið fyrst í hesum árinum. Hann leikti 9 dystir og skeyt tvey mál fyri FC Hoyvík í 1. deild í fjør.
Fótbóltsleiðina innleiddi hann í OB.
At Simon er follin væl til á Skála liðnum, kunnu hagtølini greitt siga okkum ![]()
![]()
26 dystir, 27 mál og 17 upplegg bleiv tað til í 1. deild í ár. Simon gjørdist toppskjútti í 1. deild í ár, stavnin frammanfyri Martin Johansen og Markus Isaksen.
Harumframt er Simon skrásettur fyri tvey mál og trý upplegg í kappingini um Løgmanssteypið í ár
