Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.03.2026 08:38

Silvurdrongur – Sámal & Benjamin í Tøting

Tíðindaskriv/ Tónleikasamtakið Grót

Leygarkvøldið 21. Mars kl. 20.30 í Tøting

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót) fáast á: https://grot.atgongumerki.fo/web…/event/3583681/order/main
Limir ið eru 18 ár og yngri, og eru limir í Grót, hava ókeypis atgongd.

Silvurdrongur:

Silvurdrongur kemur at spæla í Tøting fyri fyrstu ferð síðani 2018. Tað verður (sum altíð) við spildurnýggjari manning: Hesa ferð eru bólkalimirnir Bárður Reinert Poulsen, Hjørtur P. Háberg og Torleik Mortensen – afturat Trygva Danielsen.

Áskoðararnir kunnu vænta eina eksperimenterandi konsert við aldandi løtum millum óró, stuttleika og spakføri.

Konsertin er partur av eini røð av framførslum, sum enda við einum braki á Nørrebro í spælistaðnum Alice mikudagin eftir konsertina í Töting.

Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen:

Blús, kontri & løg hjá Jakkanum við Sámali Ravnsfjall & Benjamin Petersen

Ger teg til reiðar til eina festliga og ógloymandi konsert, tá Sámal og Benjamin spæla tøkuløg hjá outlaw hetjum, swamp blúsarum, løg ið teir sjálvir hava smíða og so eisini løg hjá Jóan Jakku Guttesen sála.

Takið vestin, kovboy kjólan, lummafløskuna og hattin fram – hetta verður eitt kvøld við klassa tónleiki, sum fær teg at gloyma tíð og stað.