Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2023 08:33

SIKTA EFTIR STJØRNUNUM- NASA-astronautur vitjar í Løkshøll

Tíðindaskriv

Leygardagin 13. mai kl. 10.00 verður Løkshøll vertur fyri forkunnugum almennum tiltaki um rúmdargransking og tøkni undir heitinum, Sikta eftir stjørnunum. Andrew J. Feustel, sum er royndur NASA-astronautur og David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space fara at hava framløgur. 

Tað er Náttúruvísindadeildin á Setrinum sum hevur fingið vitjanina av roynda NASA-astronautinum, Andrew J. Feustelog Davidi Arge Klevang Pedersen frá DTU Space í lag.

Andrew J. Feustel er NASA-astronautur, geo-fysikari og serfrøðingur í seismologiskum viðurskiftum. Í tilsamans 226 samdøgur hevur hann verið í rúmdini á trimum rúmdarferðum. Eisini hevur Andrew sjálvur verið á níggju sonevndum rúmdargongum og hevur tilsamans arbeitt í 61 tímar og 48 minuttir í opnari rúmd. Í 2000 útvaldi NASA Andrew J. Feustel sum astronaut, og hann var virkandi leiðari hjá astronauta-liðinum hjá NASA til februar í ár. Í frítíðini spælir hann gittar, stendur á skíð og hevur stóran alsk til ellisakfør og rasarakoyring. 

David Arge Klevang Pedersen er føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni á DTU Space. Hann kom av álvara fram í altjóða ljós, tá NASA setti Perserverance Rover á Mars, tí hann var við til at menna myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann síðani hevur verið við til at stýra av jørðini. David tók ph.d.-prógv í 2016 við ritgerð síni, “High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets” og arbeiddi eisini saman við NASA í sambandi við rúmdarfarið, Juno, sum varð sent til Jupiter.

Á almenna tiltakinum í Løkshøll fara teir báðir at greiða frá um rúmdargranskingina og -tøknina, og fólk fáa eisini høvi til at seta spurningar. Tiltakið verður á enskum og føroyskum.

SKRÁ – SIKTA EFTIR STJØRNUNUM

Kl: 10:00: Borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin

Kl: 10:10: David Arge Klevang Pedersen, ph.d., DTU Space:

RÚMDARRANNSÓKNIR VIÐ ROBOTTUM Á MARS
Í næstan 60 ár hevur grannaplanet okkara, Mars, verið undir rannsóknarluppi. Hvat er tað, sum dregur okkum til at rannsaka Mars, og hvørjar vísindaligar spurningar vilja vit hava svaraðar? Hvussu megna vit at loysa og lyfta tøkniligu avbjóðingarnar, og hvat liggur fyri framman, tá tað ræður um Mars-rannsóknir?

Klokkan 10:30 Andrew J. Feustel, ph.d., NASA-astronautur

TIL MÁNAN, MARS OG VÍÐARI: NÆSTU FETINI Í RÚMDARRANNSÓKNUM
Nasa-astronauturin, Andrew “Drew” Feustel, gevur okkum einastandandi innlit í fortíð, nútíð og framtið, tá tað ræður um mannaðar rúmdarferðir.

Klokkan 11:10: Spurningar úr salinum