Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.02.2024 16:25

Sigurdjan er serligur kundi hjá Demich

Mynd: Demich

Tíðindaskriv

Í vikuni gjørdu Sigurdjan Sigvardsen og Demich avtalu um hitapumpu og eftirlit við hitapumpuni komandi árini. Avtalan var serlig, tí hetta var kundaavtala nummar 1.000 við serliga tænastusáttmálanum, sum Demich hevur bjóðað sínum kundum seinastu árini.
– Eftirspurningurin eftir grønum hitaloysnum veksur skjótt, og hesin merkisdagurin vísur, at kundar kenna seg tryggar við okkara tænastu, sigur Anja Rein, stjóri í Demich.Stóri kundaskarðin við serliga tænastusáttmálanum fær fimm ára garanti fyri Vølund hitapumpurnar, og Demich kannar umhvørvisgóðkendu hitapumpuna hvørt ár, so kundarnir fáa vissu fyri, at hon koyrir so væl og bíliga, sum hon eigur. Lógarkravda hitapumpueftirlitið er eisini fevnt av árligu avtaluni.
Stutt hátíðarløta var á Demich í Stiðjagøtu í Havn seinnapartin, har Sigurdjan Sigvardsen sum kundi nummar 1.000 fekk eitt blómutyssi og gávu.