Mynd: Eysturoyarportalurin (savnsmynd)
Sigatindur og Jens Leon, sum báðir hava roynt við trol norðan fyri Føroyar, landaðu í Leirvík í gjár.
Sigatindur hevði fiskað gott 30.000 pund, har 11.000 pund var toskur og 12.000 pund var hýsa.
Jens Leon hevði fiskað gott 34.000 pund, har 14.000 pund var toskur og 15.000 pund var hýsa.
Jens Leon byrjaði túri 31.mars, meðan Sigatindur byrjaði túrin 1. apríl.
Báðir eru longu farnir aftur til fiskiskap.
Deil á Facebook