Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2025 21:58

“Sig mær hvørjum tú fylgist við, og eg skal siga tær, hvør tú ert”

Lesarabræv

Tað eru stórar rembingar í heiminum í skrivandi stund. Putin og Xi Jinping taka lógvatak í Kina og hava kunngjørt ætlanir um eina nýggja heimsskipan. Samstundis er Trump, í eini roynd at sýnast sum tann sterkasti leiðarin í heiminum, paradoksalt nokk við til sjálvur at niðurlaga tí unipoleru heimsskipanina vit hava havt síðani múrurin fall.

USA er ikki longur einsamalt stórveldi í heiminum. Vesturheimurin, Europa og NATO, kunnu ikki dúva uppá amerikanarar, tá tað kemur til at tryggja frið og frælsi í okkara parti av heiminum. Tann tíðin er farin. Tað vendist ikki aftur. Men hvat so?

Hvussu skal heimurin síggja út fyri okkara eftirkomarar? Hvussu verður valdið býtt millum stórveldini? Og hvørja støðu skal Føroyar hava í nýggju heimsskipanini? Tað skylda vit okkara komandi børnum og barnabørnum at taka støðu til.

Sameind og samsint

Vit fegnast ofta um, at bretar vóru fyrr enn týskarar í Føroyum undir seinna veraldarbardaga. Vit eru errin av, at okkara forfedrar sigldu fisk til Bretlands undir krígnum – og ikki til Týsklands. Hví eru vit so fegin um tað? Tí bretar vóru røttu megin søguna. Tey bardust fyri fólkaræði, frælsi og vónini um ein betri heim. Fyri okkum øll!

Vit tosa framvegis um, at um vandi er á ferð í Føroyum, so skulu bretar nokk koma og bjarga okkum. Vit hava onga føroyska verju, men verða vard, tí vit eru partur av vesturheiminum og NATO. Tí eiga vit eisini at uppføra okkum sum ein sameind tjóð. Tryggja, at Føroyar eru røttu megin søguna.

Álit og ábyrgd

Málið um at koyra ávís russisk skip á svartalista og soleiðis forða teimum í at koma í føroyskt sjóøki, snýr seg fyrst og fremst um trygd. Ikki um handilssambond ella fiskiveiðuavtalur.

Skipini hjá tveimum reiðaríum, Murman Seafood og Norebo, eru undir illgruna – grundaðum illgruna – at njósnast og sabotera um okkara leiðir.

Tað kunnu vit sjálvsagt ikki liva við. Tað skulu vit ikki finna okkum í. Vit mugu hava álit á, at okkara sameindu og samsintu gera tað, sum er neyðugt og rætt fyri trygdina hjá okkum øllum. Tað er tað samstarvið og felagsskapurin í NATO snýr seg um. Álit og ábyrgd.

Vit hava onga fregnartænastu í Føroyum. Vit mugu líta á fregnartænasturnar í okkara grannalondum. Hjá okkara sameindu. Í Norðurlondum, Bretlandi og Amerika. Tá Norra og ES, herundir eisini Danmark, gera vart við, at tað eru orsøkir til at svartlista russisk skip, eiga vit at gera tað. Ikki bara fyri okkara egnu skyld, men tí vit eru álítandi og taka ábyrgd sum ein partur av vesturheiminum og NATO.

Hvussu skulu vit annars kunna vera tikin í álvara av okkara grannum? Í NATO? Í norðurlandasamstarvinum? Í ES og Amerika?

Pínlig viðgerð og viðferð

Eg haldi, tað er harmiligt og beinleiðis skaðiligt, at trygdarstøðan í Føroyum verður sligin upp í glens. At vit gera gjøldur burturúr okkara samsintu og sameindu. Sáa iva um og flenna eftir arbeiðnum hjá fregnartænastunum hjá okkara grannum. Grannar, sum vit annars líta á skulu vera bjargingin, um illa vil til, eins og undir seinna veraldarbardaga.

Onkur sigur enntá, at danska fregnartænastan bara arbeiðir fyri egin áhugamál. Men ger tann norska so eisini tað? Hvussu er so í Íslandi? Íslendarar hava onga hernaðarliga fregnartænastu, men hava valt at kvetta alt samband við Russland. Íslendarar dúva uppá fregnartænasturnar hjá sínum sameindu í NATO. 

Tað er jú júst tað NATO er: Ein verjusamgonga av samsintum og sameindum, sum samstarva um trygd og verju.

Um vit ikki kunnu líta á donsku og norsku fregnartænasturnar, er spurningurin um vit yvirhøvur kunnu líta á NATO. Ein verjusamgonga, sum vit annars ynskja at samstarva nógv meira beinleiðis við og røkja áhugamálini hjá. Tað er eisini staðfest í nýggja føroyska tjóðartrygdarpolitikkinum, sum var einmælt samtyktur í Løgtinginum í fjør. Hesin politikkur er síðani endurgivin og staðfestur í verjusemjuni um Arktis og Norðuratlantshav í januar í ár:

Føroyar skulu virka fyri friði og støðufesti og samstarva við sameind og NATO um trygd og verju í norðurhøvum”.

Hví ynskja vit okkum yvirhøvur eina sjálvstøðuga rødd í NATO? Er tað fyri at sáa iva um teirra fregnartænastuvirksemi?

Sjálvræði og samstarv

Eg ynski, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tað vil meirilutin av Løgtinginum heldigvís eisini. Tí harmar tað meg inniliga, at spurningurin um samstarvið við Russland skal gerast til ein spurning um sjálvræði ella ikki.

At vit partú skulu gera beint øvugt av tí sum okkara sameindu gera – bara fyri at “prógva” at vit hava egnan vilja. Summi vilja enntá vera við, at Danmark pr. definitión er okkara “mótpartur”, og tí mugu vit nettupp gera júst tað øvuta av tí, sum “Danmark vil hava okkum at gera”.

Men Danmark er ikki mótparturin! Tað er Russland!

Tað er harðrenda stýrið hjá Putin, sum hevur valt at leypa á eitt frælst land í Europa. Tað er Russland, og bara Russland, sum hevur ábyrgdina av, at yvir ein millión menniskju eru deyð í krígnum og milliónir eru flýggjað.

Áhugin hjá Russlandi og Kina í Arktis og Norðuratlantshavi er onki dulsmál. Tað er ein partur í ætlanunum um nýggju heimsskipanina hjá Putin og Xi Jinping. Tí er stríðið í Ukraina ikki bara eitt stríð um landaøki og landamørk har eysturi í Europa, men eitt stríð um fólkaræði, frælsi og framtíðar heimsskipanina hjá okkum øllum.

Vit skulu gerast sjálvstøðug tjóð fyri at kunna samstarva og knýta sambond á jøvnum føti við aðrar tjóðir, sum byggja á somu fólkaræðisligu virði sum vit. Vit eiga at vera í parti við vesturheiminum og NATO í hesum stríðnum. Og harvið eisini í parti við Danmark.

Isolerandi, Russlandsvinarligi hugburðurin, sum í løtuni myndar almenna kjakið, skaðar ikki bara okkara altjóða umdømi og virkisføri, men kann eisini leggja fótonglar fyri tað positivu gongd, sum í løtuni er á sjálvbjargnisleið við breiðari politiskari undirtøku.

Liljan Weihe

Løgtingskvinna, Tjóðveldi