Mynd: Runavik.fo
Um tú sært rottu ella hevur trupulleikar við rottu í Runavíkar kommunu, sig so frá við at ringja á tlf.nr. 41 70 00. Kommunali rottufangarin setir seg síðan í samband við teg um vitjan.
Um tú sær tekin um rottu, so sum rottuholur, rottulort ella at tað er gnaga í ruskposanum, boða so frá hesum eisini.
Tað sum tú sjálv/ur kann gera fyri at minka um rottuvanda, er at:
– Ansa eftir at eingin matur er tøkur, har sum hønur, gæs ella seyður verður fóðrað.
– Tryggja at rottur ikki sleppa til skrellispannina.
– Ikki blakað mat út til likkur e.l.
– Tetta steinseting í kjallara.
– Kannað, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara.