Fótbóltssamband Føroya
Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli. Roknskapurin varð lagdur fram, og hann vísti eitt yvirskot upp á góðar 1,4 milliónir krónur.
Árið í fjør hilnaðist væl fyri Fótbóltssamband Føroya. Hetta kom fram á árliga aðalfundinum, sum varð hildin í Trinstovuni á Tórsvølli leygardagin.
Roknskapurin fyri 2025 varð lagdur fram, og vísti hann eitt yvirskot upp á góðar 1,4 milliónir krónur
Í formansfrágreiðingini kundi forsetin, Christian Andreasen fegnast um stóru framgongdini og methøgu luttøkuna í føroyskum fótbólti seinastu árini, samstundis sum bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið høvdu metgóð úrslit í fjør.
Á fundinum varð nýggj strategi fyri Fótbóltssamband Føroya løgd fram. Nýggja strategiin ber heitið Saman Framá og lýsir málini fyri føroyskan fótbólt komandi fýra árini.
Aðalfundurin samtykti eisini dagførdar viðtøkur fyri FSF, har broytingar eru gjørdar við bygnaðinum við undirnevndunum. Endamálið við broytingini er at hava ein tíðarhóskandi nevndarbygnað, sum stuðlar undir strategiætlanini fyri FSF.
Talan gjørdist um ein skjótan, góðan og siðiligan fund, ið varð avgreiddur eftir ein lítlan tíma.
Aðalfundurin endaði við at FSF forsetin tók samanum, og síðan bleiv fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.
