Seyðahundasamband Føroya
Tann 15-16 novembur verður skipa fyri FM í seyðahundakapping í Vágadali. Tað er Vága seyðahundafelag, ið skipar fyri kappingini. Fyrireikinghevur verið alla vikuna og alt er komi uppá pláss til kappingina. Bani er settur upp, seyður rikin saman, rætt sett upp, skúrar til luttakarar, og áskoðarar, eru komnir uppá pláss takka verði góðum fólki. Vit í Vága seyðahundafelag gleðast um góðu luttøkuna til kappingina í morgin, har 19 hundar fara at kappast í klassa 3. Sum veðurforsøgnin sær út, verður veðrið turt leygarmorgunin og møguliga okkurt æl seinnapartin. Sunnudaginheldur kappingin fram har 7 hundar kappast í klassa 2 og 3 hundar í klassa 1. Sunnudagin verður boða fyri góðum veðri. Vit í Vága seyðahundafelagvilja takka øllum sum hava hjálp til og serliga tøkk til Kinnfell, SandavágsTimburhandil, Vága Kommunu og Jákup Paula í Eyðanstovu fyri lán av seyði og økið. Øll eru hjartaliga vælkomin niðan í Vágadal, vónandi síggja vit nógv fólk. Tiltakið er ókeypis. Nevndin í Vága seyðahundafelag.
Í Húsavík var sera javnt ímillum nr. 1 og nr. 6. Einans 4 stig, so hevur onkur nokk rokna seg fram til at so munnu summir hundar hava fingið líkanógv stig, og tað høvdu nr. 3 og nr. 4. Teir høvdu báðir 86 stig og nr. 4 og nr. 5 høvdu 84 stig í part. Hvussu veit man so hvør er betri? Stigini erudeild upp í Outrun/Heinta 20 stig- Lift/Fyrsta kontakt 10 stig -Fetch/Reka til 20 stig- Drive/ Reka frá 30 stig- shedding/Deila 10 stig- Pen/Rætt 10 stig- Singul/ Take ein seyð burturúr 10 Stig. 110 í alt. Hvussu nógv stig fekk hundurin í OLF. Tað er trý tey fyrstu, outrun-lift-fetch. Har var eisinisera javnt. 1 stig á muni sum avgjørdi nr. 2 og nr. 3.
Spenningurin er, um tey 4 plássini sum geva atgongd til EM, og til tríggjar teir bestu til HM. Tummas Jacobsen, við Moss, hevur vunnið báðarundanfarnu kappingarnar, men tá kappingin var í Húsavík seinasta vikuskifti vann Anna Sofía Fjallheim við tíkini Midge. Nú er tann stórispurningurin, um Anna Sofía Fjallheim og tíkin Midge klára at vinna enn einaferð, soleiðis at spenningurin verður um fyrsta plássi.
Skráin fyri vikuskifti sær soleiðis út:
Leygardagin 15. novembur verður kappast í klassa 3.
Kl. 08:00 Banagjøgnumgongd.
Kl. 08.15 Byrjar klassi 3.
Sunnudagin 16. novembur verður kappast í klassa 2 og í klassa 1
Kl. 09:00 Banagjøgnumgongd
Kl. 09:15 byrjar klassi 2
Eftir at klassi 2 er liðugur, byrjar klassi 1 stutt eftir.
