Tíðindaskriv/ Seyðahundasamband Føroya
Suðurstreymoyar seyðahundafelag skipar fyri FM kapping leygardagin 7. mars.
Fyrireikingarnar hava verið gjøgnum alla vikuna. Seyðurin, og útgerðin, eru komin á økið, men vindurin sum verður í nátt ger, at sjálvur banin ikki kann setast upp fyrr enn tíðliga í morginárini. Hetta sjálvandi ávirkar fyrireikingarnar eitt sindur. Bóndin hevur í mong ár víst vælvild og soleiðis er aftur hesaferð. Tískil kunnu vit hava seyðahundakapping har aftur í ár.
40 hundar eru tilmeldaðir og hetta eru nógvir hundar. Tað er deilt upp í tríggjar klassar.
Klassi 3 er FM klassin. Har eru 22 hundar og hettar eru teir bestu hundarnir í Føroyum.
Klassi 2 eru ofta unghundar, ið ikki eru klárir til tað stóra lopið enn, ið er ímillum klassa 2 og 3
Klassi 1 er fyri hundar sum klára eitt lítið outrun og hundaførarin gongur við hundinum ígjøgnum banan.
Í FM kappingini er Tummas Jacobsen við Moss klárt nr. 1 við 32 stigum og Jónstein Petersen við Gripur klárt nr. 2 við 23 stigum.
Eisini nr. 3 og nr. 4 í FM fáa pláss á landsliðnum og har er stórur spenningur nú tvær kappingar eru eftir. 6 stig skilja nr. 3 og 7
Meg hjá Tummas Jacobsen hevur 15 stig
Midge hjá Onnu Sofíu Fjallheim hevur 12 stig
Kvikk hjá Jónstein Petersen hevur 11 stig
Kelly hjá Onnu Sofíu Fjallheim hevur 9 stig
Svan hjá Tóroddi Vang hevur eisini 9 stig.
Stigini verða býtt soleiðis: Vinnarin fær 7 stig og niður til 1 stig sum nr 7 fær.
Onkrir av teimum heilt royndu hundavenjarunum hava eisini tekna seg til hesa kappingina, so spurningurin er um teir koma at forstýra FM kappingina á Vatnarskørðum við at taka okkurt stigi frá teimum, ið kappast um landsliðsplássin. Spennandi verður tað í øllum førum.
Banagjøgnumgongd verður kl 8.00 og kappingin sjálv byrjar kl 8.30
Dómarar verða Jónleif Jørgensen og Hanus Højgaard.
Banin er langur. Hundarnir skullu renna yvir 300 metrar fyri at koma til seyðin og eftir tað skulu teir reka seyðin pent runt allan banan.
Øll eru vælkomin niðan at hyggja og at fáa eitt gott prát. Kanska onkrar stemmur eru at heinta har eisini.
