Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2025 08:04

Settu eisini Luksemborg til viks

Hans Jákup Arngrímsson og Dávid Reynheim, ið á hvør sín hátt áttu ein stóran leiklut í sigrinum á Luksemborg - Mynd: Virgar Hvidbro/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Góða gongdin heldur fram. Í kvøld vann føroyska U21 landsliðið 1-0 á útivølli móti Luksemborg. Málskjútti var Dávid Reynheim.

Fyrst Estland, síðani Ísland, og í kvøld varð Luksemborg sett upp á pláss. Í undankappingini til EM 2027 hevur føroyska U21 landsliðið spælt tríggjar dystir, sum allir eru endaðir við sigri til Føroyar.

Í kvøld tók Luksemborg ímóti á Frontiere Stadion, og úrslitið gjørdist ein tepur, men eisini góður 1-0 sigur til Føroyar. Einasta málið í dystinum skoraði Dávid Reynheim tá 26 minuttir vóru spældir.

Heimamenninir sótu á meginpartin av spælinum, og komu eisini fram til onkrar góðar málmøguleikar. Men føroyska verjuspælið var djarvt og gott, og í málinum stóð Hans Jákup Arngrímsson ein branddyst.

Størsta kjansin fekk Luksemborg tá tíggju minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini. Norðurírski dómarin floytaði fyri brotssparki, men enn eina ferð vísti Hans Jákup Arngrímsson stórspæl, og bjargaði skotinum úr ellivu metrum.

Næsti dystur hjá U21 landsliðnum verður um ein mánað, fríggjadagin 10. oktobur, tá Frankaríki kemur á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.

Støða og leikskrá (UEFA.com)

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Luksemborg – Mynd: Virgar Hvidbro
Ein franskur og ein týskur fjeppari, ið stuðlaðu føroyska liðnum á Frontiere Stadion – Mynd: Virgar Hvidbro
Leikarar, leiðarar og venjarar eftir 1-0 sigurin á Luksemborg – Mynd: www.FSF.fo