Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2024 13:34

Setrið vitjar miðnámsskúlarnar

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Fróðskaparsetur Føroya

Nú er Setrið farið á ferð kring landið til miðnámsskúlarnar at greiða frá, hvørjar góðar møguleikar næmingarnir hava at taka eina hægri útbúgving her í Føroyum

Herfyri var toymið hjá lestrarvegleiðarunum á Setrinum á Miðnámi á Kambsdali, har elstu næmingarnir fingu høvi at kunna seg um møguleikarnar, sum eru at taka eina hægri útbúgving á okkara universiteti.

Fyrrapartin í dag er Setrið saman við Vinnuháskúlanum og Hægri Námi á Glasir, har básar eru við fólki og tilfari til tey ungu, sum umhugsa at fara undir hægri útbúgving. 

Í morgin, 11. apríl, verður Setrið á Tekniska skúla í Klaksvík á Mýrivegi 2, har okkara básur verður uttan fyri miðlasavnið, og okkara fólk til reiðar at greiða frá og vegleiða.

Seinni í mánaðinum verður eisini farið á Miðnám í Vestmanna og Miðnám í Suðuroy.

 “Umsóknarfreist til kvotu 2 er 15. apríl, og freistin at søkja gjøgnum kvotu 1 er 1. juli.”