Runavìkar kommuna
Setanarrøða, sum Tóra Joensen helt á Fjarðastevnu 2025
Góðu bygdafólk og góðu stevnugestir
Vælkomin á Fjarðastevnu, sum í ár verður hildin á Skála. Tað er mær ein æra at standa at standa her og bjóða tykkum vælkomnum á stevnu, har vit heiðra tjóðarítróttinum og felagsskapinum.
Í dag býður Skálabygd fólki úr øllum landinum vælkomnum til bygdina. Í dag er Skála karmur um FM róðurin, sum savnar hundraðtals fólk saman.
Kappróður er gomul og mest siðbundna ítróttargreinin í Føroyum. Kappróður er ikki bara ítróttur, men tað er ein mentanararvur, sum bindur okkum saman við okkara forfedrum og bindur eisini okkum saman, ið liva her og nú.
Tá róð verður, síggja vit djarvar kvinnur og menn leggja alt fyri at vinna, og tá vit hoyra rópini gella frá róðursfólkunum, minnir tað okkum á, hvat samanhald og stríðsvilji hevur at týða og kann føra til.
Í ítróttarumhvørvunum verða felagsskapir skaptir og mentir. Hesir felagsskapir eru nakað serligt – her má rógvast í takt – tað krevur samstarv og samanhald. Ítrótturin savnar børn og ung, sum øll hava eitt felags mál, ið er at flyta seg framá – saman. Tey knýta vinarbond og fáa eina kenslu av at hoyra til. Her eru børn og ung saman fysiskt og ikki bert á skíggjanum. Ítróttur hevur eisini eina grundleggjandi ávirkan á okkara fysisku og mentalu heilsu. Sosialir førleikar verða mentir, og tey íðkandi læra at samstarva og at fylgja ásettum felags reglum. Granskingar vísa, at tað er umráðandi, at tey ungu hoyra til onkran felagsskap. Tað er umráðandi fyri okkara ungu, at tey eru í tryggum og sterkum felagsskapum.
Men stevnur sum hendan – og ítróttarumhvørvið sum okkara – hevði ikki verið møguligt uttan tykkum, ið eru rundan um. Stóra takk til tykkum, sum játta at fara í nevnd og standa á odda fyri, at vit kunnu hava hesi virksemi. Og takk fyri til venjarar og hjálparfólk, sum so ótroyttiliga eru rundan um børnini og tey ungu. Tit gera eitt sera týðandi arbeiði.
Skála hevur eina stásiliga kappróðrarsøgu. Vit kunnu byrja við árinum 1962. Sámal Weihe róði við Sølmundi hetta árið saman við monnum hinumegin fjørðin. Illa gekst at manna bátin, so teir bóðu Sámal taka bátin yvirum til Skála og fáa manna hann. Eg meini, at skálamenn eisini høvdu eisini lænt Vestmining hetta árið.
Skálamenn mannaðu og róðu við Sølmundi í 1963, 1964 og 1965, róð var í hvítum nýstroknum skjúrtum. Sambært pápa okkara, vunnu teir heilar 13 stevnur hesi trý árini. Fyrsta róðurin teir vunnu var á Eystanstevnu, og tá teir komu á mál segði róðursmaðurin sera bilsin: “Tað veit Gud, vit eru fyrstir”. Sum vera mann, vóru menn móðir, tá teir komu á mál, men tað var einki við at hanga um lúnningina, nei, nei, teir fingu at vita, at teir skuldu sita upprættir sum “rættir menn”.
Ein stuttlig søga frá hesum tíðarskeiðnum. Áttamannafarið Strandingur varð mannað við strandingum. Eitt kvøldið, undir venjing, róði Standingur inn á Skála at rógva kapp við Sølmund, sum var mannaður við skálamonnum. Fyrst varð róð inneftir og Sølmundur vann. Av eini ella aðrari orsøk varð gjørt av at royna at býta um bát, soleiðis at skálamenn fóru umborð á Stranding og strandingar fóru umborð á Sølmund. Síðan róðu teir úteftir. Og tá vann Strandingur. Hetta at manningin hevði býtt um bát, vistu fólkini á landi einki um, ella í øllum førum ikki Jens Bech og Lambakarl. Jens Bech helt fyri: “Tykkara dummu hundar at brúka alla orkuna til fyrra róðurin, heldur skuldu tit goymt eitt sindur av orku til seinna róðurin. Lambakarl hjá Gunnhild stóð við útspentari bringu á bakkanum og fylgdi so stoltur við, men tá hann sá Stranding fara framum, fall tann útspílaða bringan eitt vet niður, hann vendi hann sær við og segði: “Nú sigi eg einki” síðan helt hann leiðina heim til Gunnhild.
Eitt annað slag av róðri var í 1963. Tað var í samband við at kongafamiljan var og vitjaði. Kongaskipið lá í Runavík. Hetta var fín vitjan, og ikki minni enn 3 prinsessur vóru við – Margrethe, Benedikte og Anne Marie. Nú skuldi uppvísingsróður vera fyri kongafamiljuni. Nakað vakurt hava bátsmanningrnar róð hendan dagin og væl í takt. Men tað sum hendi var, at marinarnir umborð á kongaskipinum vildu eisini rógva, so teir læntu Ternuna av Toftum at rógva við – og teir fingu eina stásiliga róðurskvinnum, tað var eingin minni enn Anne Marie prinsessa, sum seinni giftist til Grikkanlands. Niðurstøðan hjá fleiri at teimum føroysku monnunum sum róðu var, at TEIR DUGDU YVIRHØVUR IKKI AT RÒGVA!! Um tað var tí teir høvdu eina prinsessu aftur í rong, tað veit eg ikki.
7. mai 1969 (sama dag, sum Alma systir varð fødd) fekk Skála sín fyrsta kappróðrarbát. Tað var 10-mannafarið Skálabáturin, sum Niklas í Koltri smíðaði. Báturin kostaði 5000,- umframt máling, sum tá í tíðini vóru nógvir pengar. Gingið varð hús úr húsi at savna pening inn, og tað eydnaðist. Tað kom reiðiliga tað inn, sum báturin kostaði. Fólkið stóð saman, og báturin og máling varð goldin.
Skálabáturin gjørdist ikki bert okkara fyrsti kappróðrarbátur her á Skála – hann gjørdist eisini Føroymeistari. Og ikk bert í 1969, men eisini 1970, 1971 og 1972. Í hesi tíðini var eingin proteindrinkur, eingin persónligur venjari og rógvumaskinur. Teir róðu og róðu nógvar og langar teinar – tríggjar ferðir um vikuna.
Eg minnist, at hvønn leygardag babba skuldi rógva, fóru eg og mamma til bakaran at keypa kongabomm. Ti vit trúðu uppá, at uttan kongabomm, ja, so høvdu teir onga møguleika at vinna!
Hesi árini kappaðist Skálabáturin mest við Havnarbátin, og hóast tað var sera tætt millum bátarnar, og kappingin var hørð, so var samanhaldið millum manningarnar sera gott. Tað snúði seg ikki bert um kappingina, men eisini felagsskapin.
Men tað var ikki bert Skálabáturin, ið gjørdi um seg, nei, í 1975 fekk Skála fimmmannafarið Svanur, og hetta árið vunnu genturnar FM. Og dreingirnir? Ja, teir gjørdu eisini um seg. Teir vunnu FM í 1980, 1981, 1982 og aftur í 1984.
So flyta vit okkum fram til 1991, tí tá vann Skálabáturin ein sera spennandi ólavsøkuróður. Eg minnist, hvussu øll kaiin kókaði av frøi. Tað var fantastist! Fólk róptu, fevndust og hoppaðu av gleði. Ein ógloymandi løta.
Tey næstu árini hildu teir áfram við somu drívmegi. Skálabáturin vann FM-heitið í 1992, 1993 og 1994. Tað sum tó stendur klárast í minni er ólavsøkuróðurin í 1992. Tí tað var á hesi ólavsøku, at Skálabáturin setti metið 03.52. Metið er enn ikki tikið.
Tobbi skrivar á einum uppslagi soleiðis: Teir kunnu eisini skemta, hesir gomlu rógvararnir. Dan helt fyri, at Skálabáturin átti at verið hongdur upp undir tróðrið í Glyvra kirkju, táið tey eru liðug at umvæla hann. Hesum skilti eg lítið av, og mátti spyrja uppaftur, og tá kom burturúr honum, at hann kendi onkrar knáar rógvarar hinumegin fjørðin, sum í halgidóminum høvdu havt gott av at verði ámintir um, at teir ongantíð megnaðu at taka metið frá Skálabátinum.
Í dag eru júst 20 ár og ein vika liðin, síðan Skála á fyrsta sinni skipaði fyri Fjarðastevnu. Stevnan er meira enn bara ein dagur ella fleiri dagar við undirhaldi og samveru, hon er faktist ein spegilsmynd av okkara mentan, okkara felagsskapi og okkara virðum.
Í nógv ár – ja, í fleiri áratíggju var bygdastevnan á Skála ein generalprøvi hjá manningunum áðrenn tann fyrstu FM róðurin, sum er á Norðoyarstevnu. Eg minnist væl at telt vóru leigað úr Havn, telt at seta upp. Á tað strið, men hugnaligt var tað.
Tá vóru ikki pylsuvognar, men pylsur og annað var selt úr einum telti. Gassgrýtan hjá ommu var nýtt til at selja kókaðar pylur úr. Eg minnist, at ein maður segði (hann var nokk so grovmæltur): “Gev mær tvær pylsur, hóast eg veit, at í hasari grýtuni er nógvar undirbuksur kókaðar”. Eg mátti spyrja mammu um so var, og hon segði, at tað var so, men tað gjørdi einki, tí grýtan var væl vaskað, áðrenn pylsurnar vóru latnar í, og so var ikki tosað meira um tað. Eg veit ikki, um hetta hevði gingið í dag.
Eg minnist eisini at eydnuhjól var ein fastur táttur og tað var í fimleikarhøllini í skúlanum. Konur vóur bidnar at brodera putur, myndir og løbarar til eydnuhjólið. Tá høvdu fólk betri tíð.
Tað var sera umráðandi, at kappróðrurin gekk væl, og kappróðrarfólkini skuldu fáa gott at eta. Nakað fyri stevnuna var ringt hús úr húsi at biðja um skerpikjøt, rullupylsu og øðrum góðum viðskera. Tað hevði alstóran týdning, at kappróðrarfólkini fóru væl nøgd av bygdini.
Hendan æran í samband við stevnuna, merki eg enn í dag. Alt verður gjørt fyri at róðrurin skal ganga væl, og fólkini handan róðurin, og sum heild aftan fyri ítróttin á Skála, skulu eiga rós fyri at skipa væl fyri. Og eg má viðganga, at eg blívi nokkso stolt, tá útvarpsmenninir siga frá kappróðri á Skála og teir siga, at her gongur sum eftir ánni. Og mann kappróðurin ikki fara at byrja kl 15.00 í dag? Eg giti tað.
Tað er spennandi at vita, hvussu framtíðin sær út við kappróðrinum á Skála. Róðrarfelagið eigur í løtuni tvey 5-mannfør (Svanur og Spíin) og eitt 6-mannfar (Sjódrekin). Í dag hevur felagið 4 manningar sum kappast, kvinnur og børn luttaka í 5-mannførinum, og menn og master kappast í 6-mannafarinum.
Venda vit snútin oman Undir Mýrahjalla, so er tað fótbólturin, sum savnar fólkini á vestara armi. Her kunnu serliga kvinnurnar reypa sær. Vit Hans Jákup Andreassen á odda vórðu tær Føroyameistarar í 1990 og vunnu greipuna í 1992. Hans Jákup Andreassen var eisini formaður í fleiri ár. Menninir vóru nr. 2 í ovastu deildini í 2005. Annars er okkara felag kent fyri at hava nógv íðkandi børn, og Skála skipar fyri fleiri kappingum árliga. Takk til tykkum sum hava ábyrgd av kappingunum, tít røkja hesa uppgávu sera væl, frættist aðrastaðni frá.
Meir enn einaferð havi eg fingið spurningin: “Hvussu er at búgva á Skála?” Tað fyrsta eg kom at hugsa um er, at á Skála eru ikki djúpar gjáir millum fólk. Til dømis eru tað ofta tey somu fólkini, ið eru í fleiri felagsskapum. Tað er ikki so nógv ein sprunigur um vit og tit, men meria vit skálafólk. Og tá vit siga skálafólk, hugsa vit eisini fólkini í Skálabotni við. Tey eiga at vera ein natúrligur partur av okkum. Og í ítróttarumhvørvinum eru Selatarað, Morkranes, Kolbeingjógv, Strendur, Innan Glyvur, Skála, Skálabotnur, Oyndarfjørður, Funningsfjørður og Funningur eitt og sama umhvørvi. Tey íðkandi ferðast millum Stíf og Skála og hugsa ikki um, at feløgini hoyra til hvør sína bygd.
Tað er umráðandi, at vit hava eina rúmliga mentan her á Skála, samstundis sum vit eru rótfest, og tað ber saktans til. Tað er gott og sunt fyri okkara lítla bygdsamfelagið, at ung fólk flyta til, og vit á tann hátt fylgja tíðini.
Skálafólk standa væl saman um verksemi í bygdini, og nógv sjálvboðið arbeiði verður gjørt. Her hugsi eg um ítróttarfeløgini, dartfelagið, kirkjuna, missiónshúsið og Neria, Prestá, bátafelagið, jólagøtuna, pensiónistafelagið, fornminnisfelagið og aðrar góðir felagsskapir. Tað er ein dygd í einum lítlum bygdasamfelagi. Eg hitti Anniku Olsen ein dagin, og prátið fall á tey ymisku tiltøkini, sum hava verið á Skála. Vit tosaðu um, hvussu hjálpsom skálafólk vóru, tey søgdu ongantíð nei at hjálpa til ella at baka eitthvørt. Hetta er vert at nevna, tí hesa dygd mugu vit varðveita.
Í mun til fólkatalið hava vit nógv børn og ung, sum íðka ítrótt, serliga fótbólt, tað er so gleðiligt. Latið okkum minnast til, at ítróttur snýr seg um menning, at blíva betri dag fyri dag og hava tað stuttligt, og ikki bert um avrik ella úrslit. Tí, kanska serliga sum lærari, sum fáist við børn hvønn dag, síggi eg týdningin í at spyrja børnini: “TD: Var tað ein góður dystur” heldur enn: “Vunnu tit?” ella “Hvussu nógv mál skoraði tú?”. Tí ítróttur er ikki bara kapping og úrslit, men snýr seg eisini um gleði, rørslu og felagsskap. Og fyrimunurin í einum lítlum ítróttarumhvørvi er, at vit hava tørv á øllum fyri luttaka :). Vit hava tørv á øllum, so øll skullu sleppa at royna seg og vera við í felagskapinum.
Tað eru ikki bert foreldur sum eru venjarar og ommur, sum baka kakur til tiltøk, nei, tit ungu taka eisini við. Okkum tørvar tykkara røddir og tykkara íkast. Trivnaðaráhguafelagið ”Sælan” er stovnað, sum skal arbeiða fyri trivnaði fyri øll skálafólk, og tað gleðast vit um. Síðstu tíðina hava tey skipa fyri konsertum og pub/popquis. Tit eru, við tílíkum tiltøkum, við til at mynda bygdina, og tað eru vit ómetaliga glað fyri, tí tað er tørvur á tykkum.
Góðu bygdafólk, latið okkum stuðla virkseminum og felagsskapunum, vit hava í bygdini. Latið okkum styrka og víðka um virksemi. Tí við samstarvi og jaligum anda kunnu vit tryggja okkum, at fólk trívast og mennast her. Og hvør veit, kanska uppaftur fleiri hava hug at flyta til Skála?
Við hesum orðum er Fjarðastevnan 2025 sett.
Góða Fjarðastevnu