Um veðrið heldur sær, verður fyrsti partur av uppsetanini av vallarljósunum í Norðragøtu liðugur í komandi viku. Tað upplýsa GroAqua og Eysturkommuna fyri Eysturoyarportalinum í dag.
Arbeiðið inniber at seta ljós á tær 4 høvuðsmastrarnar kring vøllin í Sarpugerði.
Ljósini kunnu trinvís dempast, so tað slepst undan at brúka ljósini í fullari styrki, tá tørvur ikki er á tí. Í hesum er bæði orkusparing, og hetta er eisini betur fyri tað, man kallar ljósdálking.
Annar partur av uppsetanini er at seta ljós undir takið á Víkingahúsinum. Ætlanin er, at hesi kunnu brúkast til smærri venjingar, sum ikki krevja ein fult upplýstan vøll.
Ljósini eru leikvallarljós frá bretskum framleiðara, sum hevur sett ljós upp kring allan heimin. Í fullari styki vera ljósini verða 9.000W pr mastur, og ljósini á Víkingahúsinum vera 5.000W í alt.
Tá arbeiði er liðugt, eru ljósviðurskiftini við Sarpugerið nøktandi, og liva fult upp til tað, væntað verður av ljósum hjá einum meistaraliði, siga GroAqua og Eysturkommuna.
Myndir: Eysturoyarportalurin






