Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2024 14:41

Set kross í kalendaran til Vinnudagin 2024

Vinnuhúsið

Vinnudagurin 2024 verður fríggjadagin tann 20. september í Norðurlandahúsinum

Nú fáa føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað aftur møguleika at kunna seg um viðkomandi evni á Vinnudegnum og at hittast til gaman og álvara. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum.

Skráin verður kunngjørd seinni.

Ársins Virki og Vinnuátakið eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.

Á Vinnudegnum 2023 varð Navigare Shipping kosið Ársins Virki.

Battery Briner hjá Tummasi Justinussen varð valt sum ársins Vinnuátak.