Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fekk í dag handað álit um “Sernámsfrøðiliga økið í mun til fólkaskúlanýskipanina”. Arbeiðið er sett í verk sum framhald av “Fólkaskúlaálitinum”, sum varð handað landsstýrismanninum í mai 2023.
Reyði tráðurin í álitinum er, at sernámsfrøðiliga økið er hugsað sum ein heild, og skúlaverkið sum ein eind. Gjøgnumgangandi í álitinum er ynski um at fáa ein betri samanhang millum almanna økið og sernámsfrøðiliga økið.
Arbeiðsbólkurin leggur dent á, at tørvur er á at hava eina felags kós í øllum skúlaverkinum, har faklig atlit, fígging, lógargrundarlag og íverksetan hanga saman. Endamálið er at økja um luttøku, læring og trivnað, veita skjóta og viðkomandi hjálp og at minka um útihýsan.
Arbeiðsbólkurin metir, at ein skipað og stigvís tilgongd er ein treyt fyri at seta tilmælini í verk. Í álitinum verður víst á, at íverksetanin fevnir um eitt longri tíðarskeið á á leið 3–5 ár, og at flestu tilmælini hanga saman og treyta hvørt annað.
