Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2026 12:12

Serbreytin gevur 10.000,- til krabbameinsfelagið

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Á hvørjum ári hevur serbreytin jólasølu við hond virkaðum lutum, ið næmingarnir hava gjørt.

Peningurin, ið kemur inn fyri søluna, fer til vælgerandi endamál. Tað eru næmingarnir sjálvir, ið avgerða, hvønn felagsskap stuðulin skal fara til.

Í ár ynsktu næmingarnir, at stuðulin skuldi fara til krabbameinsfelagið, ið  ger upplýsandi arbeiði til fyribyrging av krabbameini, veitir stuðul til gransking av krabbameinssjúkum, og í serligum føri veitir fólki hjálp, sum eru rakt av krabbameini.