Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.12.2022 08:40

Sera vánalig koyrilíkindi – bilar útav vegnum

Mynd: Eysturoyarportalurin (omanfyri Sarpugerði í morgun)

Hált er um alt landið. Nógv jarðrok er í ælunum í norðara og vestara parti av landinum. Vánalig koyrilíkindir eru á Oyndarfjarðarvegnum og á Oyggjarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum. Annars verður heitt á bilførarar um at koyra varliga. Hetta sigur Landsverk á heimasíðu síni í morgun.

Í Norðragøtu, omanfyri Sarpugerð, fóru tveir bilar útav vegnum tíðliga í morgun, vega hálku og nógvan vindi.