Mynd: Runavíkar kommuna
Tað var eina ordans hvøkkur førarin á gravmaskinini hjá Kanjon fekk, tá hann setta grabban í tíðliga í morgun, nú teir arbeiða við nýggju svimjihøllini. “Eg trúði ikki mínum egnu eygum”, sigur hann við Eysturoyarportalin í telefonini. Tí undan grótinum kom ein stórt fossil av eini beinagrind av einum dinosauri – einum Lapparentosaurus.
Alt arbeiðið er steðga upp, og menn eru bidnir um at gevast fyri í dag. Statens Naturhistoriske Museum eru boðsend og verða tey væntandi her seinnapartin.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til borgarstjóran í Runavíkar kommunu, men hann sigur í stuttari viðmerking, at hann er á veg á staðið at hyggja og veit ikki meira at siga beint nú.
Fólk verða biðin um at halda seg vekk frá staðum og ikki órógva kanningararbeiði, sum nú fer í gongd nú 1. apríl.
