Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.05.2023 08:28

Seniorfestivalurin aftur á skrá!

Mynd: Seniorfestivalurin

Tíðindaskriv

Eftir ein drúgvan koronasteðg, verður Seniorfestivalurin aftur á skrá leygardagin 3. juni. Hetta er 5. ferð at festivalurin er, og serliga kring festivalin hendir meira og meira, nú tað umframt festivalin leygardag 3. juni liggja tiltøk bæði fríggjadagin 2. juni og sunnudag 4. juni.

Seniorfestivalurin er einasti tónleikafestivalur í Føroyum, ið vendir sær til og tekur støðið í okkara elstu borgarum. Staðsetingin av festivalinum er við Ellis- og røktarheimið í Runavík, men skipað verður soleiðis fyri, at øll ellis- og røktarheim, sambýlir og onnur eftir avtalu kunnu verða við umvegis stroyming.

Tey, ið luttaka á festivalinum, eru: Vestmenn, SWAY, Jens Lisberg, Heine Lützen, Sløkkiliðskórið og Flytifólk, og endabresturin verður felagssangur. Orðstýrari verður Kári P. Højgaard. 

Við tað at umstøðurnar eru til tað, verður tað fríggjakvøldið 2. mai sum nakað nýtt skipað fyri Upp á tá-dansi, har Finnur S. Olsen, vertur, kemur at gera beinleiðis sending á staðnum. Her verður góður møguleiki at dansa, og hetta verður samstundis endabresturin í summarskránni hjá Upp á tá.

Meira kann lesast á www.seniorfestival.fo.

Um áhugi er at hoyra nærri um festivalin, gera innsløg ella annað, ber til at seta seg í samband við:

Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum – tlf. 793300

Beintu Dalheim, dygdarmennar/varaleiðari í Roðanum – tlf. 290210