Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2022 12:08

Semja um handverkarasáttmálan

Mynd: Vinnuhúsið

Semjan er á sama støði sum við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2022-2024.

Fyrrapartin í dag hava Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna skrivað undir nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. mai 2025, altso í 2 ár og 7 mánaðir.

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,80% 1. oktober 2022 og 4,04% 1. oktober 2023, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum.

Nærri kunning verður send limunum í komandi viku.