Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.02.2026 17:33

Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg við í avtaluni 

Mynd: Eyp.fo

Tíðindaskriv

Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87%. 

Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.

Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm. 

Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkamin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk. 

Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri. 

Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm: 

  • Starvsfelagið
  • Akademikarafelag Føroya 
  • Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya 
  • Yrkisfelagið Miðnám 
  • Farmakonomar 
  • Kost- og Føðslufelagið 
  • Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri læknar) 
  • Heilsurøktarafelagið 
  • Føroyskir Fysioterapeutar 
  • Føroya Tekniska Lærarafelag 
  • Ljósmøðrafelag Føroya 
  • Pharma Danmark

Les avtaluna um felags lønarkarm her.