Løgmansskrivstovan
Í farnu viku fingu øll løgtingsfólk kunning um avgerðarnotatið, sum P/F Suðuroyartunnilin og ráðgevin, Norconsult, hava latið úr hondum. Floksforfólkini í øllum flokkum á Løgtingi fingu til uppgávu at venda aftur við eini avgerð um, hvørja linjuføring flokkarnir mæla til.
Allir flokkar í Løgtinginum hava nú svarað, og tað er greitt, at semja er um linjuføringina. Henda linjuføringin fer úr Djúpadali til Sandvíkar, men við atkomutunli til Skúvoyar (1A).
Tí verður henda linjuføringin grundarlagið undir lógaruppskotinum, ið eftir ætlan fer til hoyringar í hesi vikuni.
Lógaruppskotið snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.
Talan er um eina verkætlan í tveimum pørtum og skal harvið samtykkjast í Løgtinginum tvær ferðir:
1) Fyrri parturin snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út samlaðu verkætlanina. Tað er hetta lógaruppskotið, ið verður sent til hoyringar hesa vikuna.
2) Tá fyrri partur er liðugur, skal Løgtingið aftur taka støðu til nýggju upplýsingarnar, og nýtt uppskot verður sostatt lagt fram fyri Løgtingið.
Gongdin í málinum
Ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum á Løgtingi hevur fylgt allari tilgongdini síðan lógaruppskotið um at fyrireika Suðuroyartunnil byrjaði.
Tann 10. juni 2025 varð avgerð tikin um at víðka politiska fylgibólkin til eisini at fevna um øll forfólk í flokkum á Løgtingi. Á hesum fundinum var semja gjørd, sum kann lesast niðanfyri:

Í niðurstøðuni stendur millum annað, at tað framhaldandi verður P/f Suðuroyartunnilin, sum skal standa fyri fyrireikingararbeiðinum, herundir at framleiða tilfar til politiska støðutakan.
Tann 4. september fekk politiski fylgibólkurin ávegis niðurstøðu um avgerðarnotatið hjá P/F Suðuroyartunlinum og Norconsult.
Í farnu viku, tann 20. oktober, bleiv endaliga avgerðarnotatið lagt fram fyri øllum løgtingslimum og landsstýrinum.
Les avgerðarnotatið umframt fylgiskjøl her:
o Fylgiskjal 1: Alternative traseer for Suðuroyartunnilin
o Fylgiskjal 2: Kostnaðarmeting frá Landsbyggifelagnum
o Fylgiskjal 3: Sintef om geologiske forskjeller mellom
ulike traseer for Sudurøytunnelen
o Fylgiskjal 5: 3. partsmeting frá Kasper Nordmelan
o Fylgiskjal 6: 3. partsmeting frá Cowi
Hvat er politiski fylgibólkurin?
Umboð fyri allar flokkar í Løgtinginum umframt øll forfólkini í flokkunum
