Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.03.2024 16:36

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Mynd: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semingsstovnurin handaði fyrrapartin í dag pørtunum semingsuppskot, sum partarnar tóku undir við. 

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina 1. oktober 2022 til 30. september 2025. 

Lønarhækkingarnar eru hesar:

  • 1. oktober 2022 er hækkingin 3,8 %
  • 1. oktober 2023 er hækkingin 4,2 %
  • 1. oktober 2024 er hækkingin 4,75 %

Aðrar broytingar eru gjørdar í sáttmálanum – eitt nú eru dagføringar gjørdar í § 15 um barsil og í § 16 um eftirsitiløn. Eisini er protokollat avtalað millum partarnar, sum hevur til endamáls at meta um starvsheitini í mun til innihaldið í starvinum og tey krøv, sum sett verða til førleikarnar.