Uttanríkis- og Vinnumálaráðið boðar í morgun frá, at langtíðarsemja er funnin millum samgonguflokkarnar – Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn – og Sambandsflokkin um nýggja gjaldsskipan fyri alivinnuna.
Tíðindafundurin verður í Eysturstovu í Tinganesi í dag, 26. mars 2024, kl. 13:00, har landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, umboð fyri Sambandsflokkin og fyri samgonguflokkarnar leggja fram, og semjan verður undirskrivað.
Deil á Facebook