Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2025 10:43

Select klæðir landsliðini

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Føroyskir landsliðsleikarar koma framhaldandi at verða klæddir í Select. HSF, Select og Sport24 hava longt klædnasáttmálan sínámillum fram til 2030.

Samstarvið millum HSF og Select byrjaði í 2014 og hevur sostatt 11 ár á baki. Danska fyritøkan, sum varð stovnað í 1947, er søguliga kend fyri sínar dygdargóðu bóltar, men hevur seinastu mongu árini eisini framleitt eitt breitt úrval av ítróttaútgerð og klæðum.

Talan er um ein sáttmála millum tríggjar partar, HSF, Select og Sport24, sum umboðar Select í Føroyum. Herfyri var Henrik Kjærgaard, søluleiðari fyri Select, og vitjaði í Føroyum og skrivaði undir sáttmálan saman við Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinnu í HSF og Rúna Mohr, søluleiðara í Sport24.

Landsliðsleikararnir, Súna Krossteig Hansen og Rói Ellefsen á Skipagøtu, vóru eisini til staðar, tá sáttmálin varð undirskrivaður, og fáa føroysku landsliðini nýggja klædnarøð í november og kemur eisini ein nýggj landsliðsblusa í sølubúðirnar tá – hetta undan HM-endaspælinum hjá kvinnum og EM-endaspælinum hjá monnum.