Tíðindaskriv/ Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur seks nýggjar barnabøkur út til fimm ymiskar
aldursbólkar. Millum annað koma tvær nýggjar bøkur út í stuttligu og væl umtóktu røðini um
pápa Sally, og eisini kunnu føroyskir lesarar gleða seg til at flenna í kíki av hevndarhugaða
Lortafrensi. Les meira um bøkurnar niðanfyri.
Høgguslokkur við fingraørmum
Tveir lesarar kunnu spæla við
fingrunum í holunum og siga frá
søguni hjá klóka, lítla
høgguslokkinum og øðrum
undirsjóvardjóravinum.
Felicity Brooks skrivaði, Ela
Smietanka myndprýddi, og Sanna
A. Dahl týddi úr enskum.
Bókin er pappbók við holum, 10
síður og til børn uml. 0-1 ár.27. august 2025

Vegurin heim
Hugsa tær at vera púra vilstur. Ikki
vita, hvar tú ert. Tá er gott, at tað
finnast fólk, sum kunnu hjálpa tær at
finna heim aftur. At tú ert eitt sindur
heppin, ger tað ikki verri. Og tað er so
nógv vakurt og løgið at síggja á
vegnum, sovorðið sum tú aldrin fyrr
hevur sæð.
Kom við á ævintýraferð til løgin og
undursom støð, har tú vilt verða
verandi leingi, leingi.
Sven Nordqvist skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum.
Bókin er innbundin, 32 síður og til børn uml. 2-4 ár.27. august 2025

Pápi Sally er sjúkliga flóvisligur
Pápi Sally er faktiskt ein heilt fínur pápi, heldur Sally. Tað er bara líka eitt: Onkuntíð er hann
ræðuliga flóvisligur. Til dømis tá hann sparkar fótbólt við dreingjunum í frítíðarskúlanum ella
sigur sovorðið løgið framman fyri flokkinum hjá Sally ella sigur, at Svend, vinmaðurin hjá
Sally, er sjeikurin hjá henni. Ein dagin fær Sally nokk og ger av at læra pápa sín okkurt.

Feita ferian hjá pápa Sally
Tað regnar, tað er vindur, og tað er sum heild ein ordiliga býttur dagur, heldur Sally. Tíbetur
hevur pápin eitt RISASTÓRT yvirraskilsi, tá hon kemur heim. Sally og familjan hjá henni fara
at ferðast. Tey skulu til eitt løgið land, sum Sally ongantíð hevur hoyrt um fyrr – og sum vanligt,
tá tað hevur okkurt við pápa Sally at gera, verður tað ein ferð full av pellisøgum, flóvisligum
hendingum – og kipsi. Og tá tey koma heim aftur, fær pápin aftur eitt ørt hugskot …
Thomas Brunstrøm skrivaði, Thorbjørn Christoffersen myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi
úr donskum. Bøkurnar eru innbundnar, 36 síður hvør og til børn uml. 5-7 ár.27. august 2025

Lortafrensur
Øll hava brúk fyri møguleikanum at skylda upp á onkran
annan. Og hevur mann eingi sysktin, má mann sláa seg
til tols við ein frens, sum tíbetur hvørki slatrar ella hevnir
seg. Ella ger hann?
Ein ræðuliga stutlig teknirøð um dreingin Sívar og
Lortafrens, sum eru í óendaligum bardaga. Lortafrensur
vil nevniliga ikki finna seg í at vera syndabukkur og ger
av at beina fyri Sívari. Men tað er ikki lætt. Mest tí at
Lortafrensur í loyndum elskar Sívar. Ella í hvussu so er
elskar at hata hann.
Sophie Souid skrivaði, Thomas Hjorthaab myndprýddi, og Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr
donskum.
Bókin er heft teknisøgubók, 88 síður og til børn uml. 8-10 ár.27. august 2025

Koralina
Onkuntíð er ein hurð afturlatin av einari góðari
orsøk …
Okkurt óvanligt er við nýggja húsinum hjá Koralinu
og teimum. Tað er ikki mjørkin ella kettan, ið altíð
heldur eyga við henni, heldur ikki ávaringarnar um
vanda, ið frú Bókíðga og frú Máttmikla, nyggju
grannakonurnar, lesa um í tebløðum. Tað er hitt
húsið – tað, ið fjalir seg aftan fyri gomlu hurðina í
fínustovu. Hin mamman og hin pápin við svørtu
knappaeygunum og pappírshvítu húðini bíða eftir, at
Koralina skal flyta inn til teirra. Og tey vilja, at hon
skal verða hjá teimum. Í allar ævir. Hon veit, at fer
hon inn um hurðina, kemur hon kanska ongantíð út
aftur …
Stíg inn í undurfulla og óhugnaliga heimin í
Koralinu, spennandi og ófrættakenda, modernaða klassikaran eftir metsøluhøvundin Neil
Gaiman.
Neil Gaiman skrivaði, Chris Riddell myndprýddi, og Annika Dalsgaard týddi úr enskum.
Bókin er heft, 204 síður og til børn uml. 11-13 ár.
