Føroya Fiskimannafelag
Seks nevndarlimir skulu veljast á landsfundinum hjá FF 27. desember 2025
Fyri fyrstu ferð síðan 1911 skulu fiskimenn velja nevndarlimir beinleiðis á landsfundinum.
Seks nevndarlimir skulu veljast hesa ferð
Á lansdfundinum 2024 varð einmælt samtykt at ganga frá økisvaldum nevndarlimum, sum stóðu fyri vali triðja hvørt ár, til at velja allar nevndarlimir beinleiðis á landsfundinum.
Broytingin hevur tað við sær, at ongi valkort verða send út, sum tað higartil hevur verið vanligt. Á fyrsta valinum eftir nýggju skipanini skulu heili seks nevndarlimir veljast.
Hesa ferð verður fundurin hjá Fiskimannafelagnum hildin í Løkshøll í Runavík
Hetta at flyta fundin er ein roynd at koma nærri limunum, tí í mið- og norðurøkinum, Runavík, Gøtu, Fuglafirði, Leirvík og Norðoyggjum er stórt tal av skipum og fiskimonnum.
– So er at vóna at fleiri møta upp til fundin.
Komandi trý árini eru ein skiftistíð, tá ið tað kemur til nevndarval. Í skiftistíðini – til og við valið á landsfundinum í 2028 – standa altíð tveir av teimum, sum verða valdir í ár, fyri vali.
Nú er komið á mál við beinleiðis nevndarvali á landsfundinum.
At flyta landsfundin er eisini ein nýggj roynd at fáa fólk at møta upp.
Landsfundurin verður tann 27. des. kl. 12.00 í Løkshøll.
Á myndin – nevndin í Føroya Fiskimannafelag; Standandi frá vinstru: Sólberg Olsen, sum ikki stillar uppaftur, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen og Magnus Pauli Glerfoss. Sitandi frá vinstru: Per á Sýnini, Jan Højgaard, formaður og Sámal Poulsen, næstformaður, sum heldur ikki stillar uppaftur.
