Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2026 20:39

Seks fimleikaframsýningar hjá Støkk í vikuskiftinum

Mynd: Støkk

Tíðindaskriv/ Støkk

Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 21. og 22. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær seks í tali.

Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun kl. 9, 11 og 13, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag kl. 15 og sunnudag kl. 14 og 16.30. Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á www.stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk.

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Felagsliðið hjá Støkk við umleið 70 fimleikarum í aldrinum 12-78 ár er eisini á skránni.

Undir framsýningunum verða nálir og ídnisprógv handað.

Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í Bylgjuni báðar dagarnar.

Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo.