Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2025 11:26

Seinasta paradís á jørð tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins

Tíðindaskriv

Seinasta paradís á jørð eftir Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri norðurlendskan film yvirhøvur. 

Filmurin, sum hevði frumsýning á filmsstevnu í Gøteborg fyrr í ár, er framleiddur av Jón Hammer, og handritið skrivaðu Tommy Oksen og Mads Stegger, saman við Sakarisi Stórá.

“Tað er ein ómetaliga stórur heiður, at okkara filmur er tilnevndur.  Eg dugi ikki at lýsa við orðum, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri føroyskan film. Tá vit fóru í holt við hendan filmin, settu vit okkum fyri, at hetta skuldi vera ein filmur, ið kundi kappast á jøvnum føti, við filmar úr okkara grannalondum. Hetta vísir, at vit hava megnað at skapað ein film, ið er so mikið menniskjaligur, at hann talar til hjørtuni á fólki tvørtur um málsligu mørkini, og fær hyggjarin at kenna seg heima”, sigur leikstjórin Sakaris Stórá um tilnevningina.


Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum leggur aftrat:

Vit eru ovurhonds fegin um hesa tilnevning og kunnu ikki siga annað enn, at vit eru errin av manningini og listafólkunum handan Seinasta paradís á jørð. Tey hava ikki ligið á lætu síðuni hesi seinastu árini. Tað er nærlagni og hart arbeiðið sum hevur ført tey á mál. Við hesum kunnu vit staðfesta, at samframleiðslur við onnur lond eisini eru við at gagna menningini av føroysku filmsvinnuni

Kykmyndir og Adomeit Film framleiddu við stuðli frá Det Danske Filminstitut, FilmFyn, DR – Danmarks Radio, Mentamálaráðnum, Creative Europe og Filmshúsinum.
Altjóða sølu stendur REinvent fyri.


Um filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins er ein árlig virðisløn, sum verður umsitin av Norðurlandaráðnum og Nordisk Film & TV Fond. Hon virðismetur listarligar, originalar spælifilmar, ið hava rót í norðurlendskari mentan, og sum vísa framúrskarandi dygd og nýskapan. Síðan byrjanina í 2002 – gjørd varandi í 2005 – hevur virðislønin lyft norðurlendska filmsgerð upp á altjóða pallin.

Tilnevndir filmar verða valdir av tjóðardómsnevndum úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, við møguleika fyri eyka tilnevningum úr Grønlandi, Føroyum og Álandi.

Undanfarnir vinnarar hava verið filmar eftir m.a. Lars von Trier, Thomas Vinterberg, Roy Andersson, Ruben Östlund, Per Fly og Aki Kaurismaki