Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.07.2025 14:48

Seinasta paradís á jørð í 22 biografum í Avstralia

Tíðindaskriv

Spælifilmurin hjá Sakarisi Stórá, “Seinasta paradís á jørð”, verður at síggja í 22 biografum í Avstralia.

Filmurin er partur av Scandinavian Film Festival, sum sýnir norðurlendskar filmar í 22 biografum kring stóra landið “Down Under”. Higartil er filmurin í top 5 av best umtóktu filmum og hevur fingið góða umrøðu í lokalu fjølmiðlunum.

Listin yvir biografar sum sýna filmin er her: https://scandinavianfilmfestival.com/films/sca25-the-last-paradise-on-earth

Filmurin verður eisini sýndur við enskum undirtekstum á G! festivalinum fríggjadagin kl. 13:00, og gongur enn í Havnar Bio.