Enn er nøkur pláss í Norðurlandahúsinum, men bert heilt fá pláss eru eftir til veitsluna aftaná.
Stórur áhugi er aftur í ár fyri at luttaka á hátíðardegnum hjá føroyskari vinnu, sum verður fríggjadagin.
Sostatt verða væntandi knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroyska vinnu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. september.
Skráin fyri Vinnudagin 2022 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum og kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Vinnuátakinum.
Skunda tær at melda til Vinnudagin her.
