Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.01.2026 13:20

Scott Harrington nýggjur U20-venjari

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Scott Harrington er nýggjur venjari hjá føroyska U20-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Mark Lausen-Marcher, sum hevur tikið um róðrið hjá gentulandsliðnum, føddar í 2010-11.

Scott tekur við saman við Kristinn Guðmundsson, verandi U20-venjara. Scott er í løtuni venjari hjá mansliðnum hjá Neistanum, og hevur hann eisini vant onnur ungdómslandslið og verið A-landsliðsvenjari hjá føroyskum kvinnunum eitt skifti.

Føroysku U20-menninir skulu luttaka í EM-endaspælinum, sum verður í Rumenia 8. – 19. juli.