Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.11.2025 15:26

Sáttmáli undirskrivaður við Sp/f Rókin um bryggju á Hulki

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu samtykti á seinasta fundi, at gerast skal bryggja millum bryggjunar, sum eru í dag á Hulki á Strondum. Bryggjan verður tilsamans 100 metur lang, og økir um havnalagið við umleið 2500 fermetrum

Í dag bleiv sáttmáli undirskrivaður við Sp/f Rókin, um at gera bryggjuna.

Tað vóru stjórin í Sp/F Rókin, Jákup Martin Kjeld, og borgarstjórin Hans Anders Jacobsen sum skrivaðu undir á kommunuskrivstovuni í morgun.

Arbeiði byrjar, so skjótt øll loyvir eru klár. 

Vantandi verður arbeiði liðugt í 3. ársfjórðingi í 2026.