Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2024 17:13

Sáttmáli undirskrivaður um brúnna um Stórá millum Hvalvík og Streymnes

Mynd: Sunda Kommuna

Sunda Kommuna

Sunda kommuna hevur arbeitt við at fyrireika nýggja brúgv um Stórá, eina brúgv millum Streymnes og Hvalvík.

Farleiðin um Stórá er aldargomul, og varð fyrsta brúgvin bygd um ánna í 1920’unum. Nýggjari brúgv varð síðan bygd miðskeiðis í 1950’unum, og tað er hendan brúgvin sum nú verður tikin niður, og nýggj brúgv bygd um Stórá.

Brúgvin var í almennum útboði og inn komu fýra tilboð, sum seks fyritøkur stóðu aftanfyri.

Malltek átti lægsta boðið, og Malltek og Sunda kommuna eru komin ásamt um sáttmála.

Sáttmáli er nú undirskrivaður, og fyrireikingarnar byrja í næstum. Eftir ætlan verður nýggja brúgvin liðug við ársenda og verður fyribils gangibrúgv um Stórá í byggitíðarskeiðinum.

Spjaldur