Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2025 14:33

Sáttmáli longdur við týðandi broytingum

Mynd: Maskinmeistarafelagið

Maskinmeistarafelagið

Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag hava gjørt semju um at leingja verandi sáttmála fyri fiskiskipini fram til 1. apríl, tó við nøkrum týðandi broytingum. Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er serliga fegin um nakrar av broytingunum

– Vit hava fingið nakrar broytingar við, sum hava stóran týdning fyri okkum, og tí kundu vit við hampuliga góðari samvitsku gera hesa semjuna.

Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum um sáttmálasemjuna fyri fiskiskipini, sum hann og Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag, fríggjadagin skrivaðu undir í Klaksvík.

Tað hevur tikið sína tíð at koma fram til hesa semjuna, tí Maskinmeistarafelagið segði sáttmálan upp at fara úr gildi 1. apríl 2024. Nýggi sáttmálin kann sigast upp við tveir mánaða freist at fara úr gildi aftur longu 1. apríl næsta ár.

Broytingar, serreglur og protokollat

Við semjuni eru sjey broytingar gjørdar í sjálvum sáttmálatekstinum, umframt at serreglur eru gjørdar fyri skip í bólki 2 – trolarar upp til 3.000 HK – sum eru útgjørd við skipanum til vaktfrí maskinrúm og bara hava ein maskinmeistara. Her skal heitið hjá maskinmeistaranum vera maskinstjóri. Men eykaparturin verður tó óbroyttur, tí semja fekst ikki millum partarnar um møguliga fíggjarliga samsýning til einameistarar á hesum sinni.

Við nýggju semjuni verða broytingarnar, sum Føroya Reiðarafelag øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Fiskimannafelag hinumegin samdust um í einum semingsuppskoti í mai 2023, eisini skrivaðar inn í sáttmálan hjá Maskinmeistarafelagnum sum felagsreglur.

Harafturat er eydnast at seta oljugjaldið á dagsskránna aftur við tað, at semjupartarnir í einum protokollati hava avtalað, at ymisk viðurskifti viðvíkjandi sølugjaldi og dagsprísi á olju skulu lýsast nærri í komandi sáttmálaskeiði.

– Eg vænti avgjørt, at tað ber til at gera eina nýggja semju um oljugjgjaldið, sum er betri fyri okkum enn henda, sum nú er galdandi, men av tí, at Føroya Reiðarafelag ikki ynskir at tingast um ítøkiligar broytingar, uttan at hini bæði manningarfeløgini eisini eru við, máttu vit parkera málið í einum protokollatið fyribils, men tað verður avgjørt talan um eina stutttíðarparkering, sigur Arnfinn Bech.

Arnfinn Bech fegnast um, at tað eydnaðist at fáa týðandi broytingar við í semjuna

Arbeiði millum túrar gevur eftirløn

Av broytingunum í sáttmálaásetingunum vigar tað nógv hjá Maskinmeistarafelagnum, at tað nú verður betur nágreinað í sáttmálanum, at arbeiðslønin hjá maskinmeistarum, sum arbeiða umborð millum túrar, bæði er pensjónsgevandi, og at frítíðarløn uppá 12 prosent skal roknast oman á hana.

– Vit hava ongantíð verið í iva um, at tímalønin fyr arbeiði millum túrar er pensjónsgevandi, men tað eru tíverri ikki øll reiðarí, sum hava rindað eftirlønargjaldið oman á tímalønina. Tí er neyðugt at nágreina hetta í sáttmálatekstinum. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Hanus Hansen, skal so hava tað rós í hesum sambandi, at á hansara skipum er eftirlønargjaldið altíð goldið, sum tað skal og uttan nakað roks, sigur Arnfinn Bech.

Tímalønin hjá maskinmeistarum fyri arbeiði millum túrar er yvirtíð 2 eftir handverkarasáttmálanum og yvirtíð 3 hjá maskinstjórum.

Seravtalur um eftirlitsarbeiði

Við semjuni verður tað frameftir eisini eitt krav, at maskinmeistari, ið verður settur til eftirlitsarbeiði í samband við nýbygging ella umvælingar- og umbyggingararbeiði skal gera seravtalu við reiðaran, áðrenn eftirlitsarbeiðið verður gjørt. Undan nýggju semjuni, segði sáttmálin bara, at seravtala kundi gerast í sambandi við eftirlitsarbeiði av hesum slag.

– Tað kann kanska tykjast løgið, at vit vildu hava hetta kravið um seravtalu inn, eftirsum ein avtala ikki kann undirbjóða sáttmálan, og har er longu ásett, at dagslønin fyri hetta slagið av eftirlitsarbeiði ikki kann vera minni enn ásetta dagshýran fyri niðursigling. Men orsøkin er, at vit fegin vilja eggja okkara limum til at royna at avtala seg til eina betri samsýning enn hana, sum sáttmálin ásetir, greiðir Arnfinn Bech frá.

Maskinmeistarafelagið hevur eisini tryggjað sær betri innlit í uppgerðirnar yvir oljunýtsluna í  skipabólkunum, sum kunnu draga útreiðslur fyri olju frá av óbýttum. Hetta er gjørt við eini áseting um, at maskinmeistarin skal gera upp nýtsluna fyri hvønn túr sær, har brúkta litratalið verður skrásett. Hjá trolarum, lemmatrolarum og garnaskipum verður listaprísurin fyri bunkring, áðrenn túrur byrjar, brúktur, tá túrurin verður avroknaður.

Ruddiligari makrel-avtala

Nýggja semjan tryggjar eisini ruddiligari viðurskifti í sambandi við avrokningina, tá makrelkvotur verða latnar millum skip. Serliga á skipunum hjá Faroe Origin hava stórar ósemjur verið um júst hesar avrokningarnar. Í semjuni er eitt nýtt stk. 7 lagt afturat í grein 20 í sáttmálanum, og tað ljóðar soleiðis: “Um manning er á tí latandi skipinum, skal manningin við ársbyrjan hava greið boð, um hon eigur lut í avrokning av tí makrelkvotu, ið annað skip fiskar.”

– Hatta ljóðar kanska ikki av so nógvum, men við orðingini viðurkenna reiðararnir, at teir ikki bara kunnu gera, júst sum teir sjálvir halda, tá makrelkvota verður tikin av einum skipi, har manningin hevði væntað at fingið eitt sindur eyka burturúr, og bara latin einum øðrum skipi at fiska, uttan at manningin á latandi skipinum skal kunnast ella spyrjast eftir. Hjá mær er heldur als ongin ivi um, at orðingin skal tulkast soleiðis, at manningin á skipinum, ið letur kvotu, sum meginregla eigur part í avrokningini, tí annars gevur nýggja ásetingin onga meining, sigur Arnfinn Bech.

Skrivligar fastlønaravtalur

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er eisini sera fegin um nýggju ásetingina um fastlønaravtalur. Sambært ásetingini er ein avtala um fastlønarskipan bert galdandi, um hon er skjalfest, og bæði maskinmeistararnir á viðkomandi skipi og reiðaríið hava skrivað undir avtaluna.

– Her er talan um viðurskifti, sum hava verið óskipað í sáttmálahøpi, og tað hava vit havt stórt fortreð av. Á stak nógvum fiskiskipum verða fastlønaravtalur fyri maskinmeistararnar nevniliga praktiseraðar, men onki krav hevur verið um, at tær skulu vera skrivligar tíansheldur undirskrivaðar, og tí hevur tað verið at kalla ómøguligt hjá felagnum at taka sær av trætum og ivaspurningum um hesar avtalur vegna okkara limir. Tann trupulleikin skuldi í hvussu er verið ruddaður burtur nú, sigur Arnfinn Bech.

Øll semjan millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag kann lesast HER.

Í samráðingunum hava hesir fýra sitið kring borðið, úr vinstru er tað Stefan í Skorðini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Regin M. Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum