Runavíkar kommuna
Løtan
Axel Tórgarð sigur tað so væl og einfalt í vakra, summarsliga sanginum “Summarstevnuvalsurin” – “Tann løtan, sum ikki er ring, hon er góð “ og eru tað hesi orð, sum eg havi valt sum yvirskrift yvir kvøldskúlan í Runavíkar kommunu í vetur. Kvøldskúlan, sum vit í dag virðismeta og hátíðarhalda, eins og frálæruna, handverkið, mentanina og ikki minst felagsskapin, sum mong av okkum hava verið ein partur av í vetur.
Í vetur hava 351 fólk verið virkin í kvøldskúlanum hjá Runavíkar kommunu á 35 ymsum skeiðum. Hesi mongu hava valt kvøldskúlan, sum ein fastan týðandi part av sínum gerandisdegi og hava givið sær tíð at læra og skapa, og ikki minst at vera saman við øðrum – sum tey kanska ikki høvdu hitt, um tað ikki var áhugamálið sum bant tey saman.
Fleiri teirra hava skapað við hondunum, onnur spælt ljóðføri og aftur onnur tikið lut í øðrum mennandi tilboðum, sum eru við til at varðveita og menna eina mentan, ið er einstaklinginum og nærumhvørvinum at gagni.
At evna eitthvørt við hondunum er nakað heilt serligt, og, tað gevur stórt nøgdsemi. – Processin er gevandi fyri sálina og nørir eitt nøgdsemi og eitt flow, sum er við til at skapa løtuna, har tú unnist, og har tað er gott at vera. Løtan, har tíðin líkasum steðgar á, samstundis sum hon loypir avstað. Tí tað, sum tú skapar gerst ein partur av tær, sum ikki kann keypast ella maskinframleiðast.
Tankarnir leita aftur til, tá ið eg sjálv var tannáringur fyri mongum mongum árum síðani. Eg gleddi meg at blíva 14 ár, tí so slapp eg at ganga í kvøldskúla á Skála, og saman við góðum vinkonum teknaðu vit okkum til seyming hjá Olinu Berg, og var tað har eg seymaði mítt fyrsta plagg, einar buksur úr floyal. Minnist tað, sum hugnaligar løtur saman við skálakonum, ungum sum eldri, við virðing og takksemi.
Nú, eg sat og fyrireikaði meg til at siga nøkur orð í dag, segði maður mín, sum er úr Kroatia, at hann eisini hevði gingið í kvøldskúla, tá ið hann sum ungur maður kom til Føroyar fyri mongum mongum árum síðani og vildi læra seg føroyskt. Hansara fyrsti tími í føroyskum fyri útlendingar var soljóðandi: – “Mamma er í náttkjóla og pápi lesur dagblaðið”. Kanska ikki tann mest neyðugi setningurin at duga, men ein góð byrjan at læra nakað nýtt. Konurnar á flakavirkinum, har hann arbeiddi, dámdu væl at spyrja hann, hvat ið hann hevði lært kvøldið fyri, og løgdu hugagóðar orð afturat, soleiðis, at setningarnir gjørdust fleiri og fleiri. Tó kunnu vit siga, at samfelagið eisini á hesum øki mennist og broytist, tí nógv er lagst afturat og broytt síðani “mamma var í náttkjóla og pápi las dagblaðið “.
———–
Í vetur havi eg verið so heppin at roynt meg sum kvøldskúlalærara í binding og hekling fyri byrjarar. Vit hava hitst hvørt mikukvøld í skúlanum á Skála. Kvinnur úr ymsum bygdum í Føroyum, tær flestu ungar, aðrar komnar nakað upp í árini, tær flestu uppvaksnar í Føroyum og aðrar í fjarskotnum londum. Fleiri við eitt sindur av royndum við stokkunum og aftur aðrar við als ongum royndum.
Fyrstu kvøldini vit hittust var friðarligt í flokshølinum, vit kendust jú ikki nakað serligt. Hetta broyttist tó skjótt, og hevur prátið gingið listiliga. Vit hava ferðast víða um heimin alt frá amerikanskum politikki, løgtingsvalinum og nýggju svimjihøllini í Runavík. Um Etiopia, har ein av luttakarunum var á ferð, og onnur týðandi evni. Prátið hevur gingið listiliga saman við klirrandi stokkum, einum kaffimunni og hugsavnandi tónum.
ABC fyri sálarliga heilsu – er ein verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, hvørs endamál er at fremja sálarliga heilsu og trivna millum borgarnar í Føroyum – við øðrum orðum, tað, sum er við til at gera lívið gott at liva.
ABC (fyri sálarliga heilsu) hevur tríggjar ítøkiligar áheitanir á okkum borgarar, sum eru einfaldar og ein jalig leiðbeining, sum vit eiga, á ymsan hátt, at raðfesta.
Hesi eru:
Ver virkin
Ver saman
Ver hugbundin
Og júst hetta umboða kvøldskúlarnir – her eru vit virkin, vit eru saman, og vit hugbinda okkum. Eru í ró og til staðar, mitt í meldrinum, har tíðin mangan tykist at ganga við fúkandi ferð. Hesar løturnar er gerandis hóvastákið sett til viks, og vit sleppa at hugsavna okkum um tað, sum okkum dámar at gera.
Onkursvegna vendir henda hugleiðing meg til tað eina ørindi í sanginum “Býarmynd” hjá Una Arge.
Men tað frættist, at hann er stórt skald,
hann á orðum og á tankum hevur vald.
Kanska skapar hann á gøtuni hvønn dag,
meðan tú í bili skundar tær avstað.
Her verður sungið um ein mann, við góðum eginleikum, sum dugir at vera í løtuni, meðan umheimurin skunda sær víðari í gerandisdegnum.
Í einum samfelag har nógv gongur skjótt, kann tað at ganga á kvøldskúla vera ein mótvekt, ið gongur ímóti rákinum. Har vit fáa møguleikan at taka árarnar úr sjónum eina løtu, og lata lívið glíða í einari stillari seinari takt, har vit hugsavna okkum, meðan vit menna okkum sum menniskju og ikki minst knýta vinabond.
Tað hevur eisini verið nógv frammi í miðlunum í vetur, um at vera skíggjasunn. Hetta hugtak er háaktuelt í okkara samtíð bæði millum børn og vaksin og eru flest okkara alt ov bundin av miðlum, sum bæði órógva okkara heilsu, mál og ikki minst okkara mentan.
Kvølskúlaárið er komið at enda, kvøldini gerast ljósari og lýggjari, summarið er í hondum, sum vit øll gleða okkum til. Vit venda tí aftur til byrjanina av hesi heilsan til summarstevnuvalsin, sum verður spældur í útvarpinum, tá ið kappróður er, og til míni yndisorð í sanginum, sum eg byrjaði við í dag “tann løtan, sum ikki er ring hon er góð”.
Lat hesi orðini vera yvirskriftin yvir góðu løturnar í vetur og yvir tað fjøttáttaða tilboðið, sum okkum hevur staðið í boði.
Tí vil eg í dag siga eina hjartans tøkk til tey, sum ráða fyri borgum, Runavíkar Kommunu, til leiðaran og lærarar og onnur sum bera hetta arbeiðið. Og takk til tykkum mongu, sum hava gingið á kvøldskúla og sum eru við til at gera kvøldskúlan til eitt lívsjáttandi og týdningarmikið stað at vera samfelagnum og einstaklinginum at gagni.
Takk fyri, at eg fekk høvi at siga nøkur her í dag.
