Sjókovin
Sjókovin hevur sett Sannu Laksá sum búskapargreinara í Sjókovanum. Sanna hevur eina PhD í búskaparfrøði frá University of Liverpool. Sanna varð liðug við sína PhD í 2019 og hevur síðani loknan lestur starvast hjá Varðanum sum búskaparráðgevi og síðani fíggjarleiðari. Sanna hevur eisini sitið eitt skeið í Búskaparráðnum og nevndini í Landsbanka Føroya frá 2021 til 2024.
Í Sjókovanum fer Sanna serliga at arbeiða við samfelags- og búskaparligum greiningum. Ein av verkætlanunum, ið Sanna fer at arbeiða við komandi tíðina, er nýggja verkætlanin, MeCCAM, ið Sjókovin samskipar. Í MeCCAM fer Sanna serliga at leiða granskingarøkið um uppsjóvarfiskiskap í Norðuratlantshavinum, har átøk vera sett í verk í roynd at minka um umhvørvisávirkanina av uppsjóvarfiskiskapi og tillaga fiskiskapin til veðurlagsbroytingar.