Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2023 08:59

„Sannar Søgur“ – Tvær Nýggjar barnabøkur í røðini komnar út

Mynd: Forlagið Leirkerið

Forlagið Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini, „Sannar søgur“. 

Bókin, „Stormurin, sum steðgaði“, er um vælkendu bíbliusøguna, tá Jesus stillar stormin. Hendan bókin greiðir børnum frá, hvør Jesus í veruleikanum var.

„Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir“ er ein hugtakandi bók um himmalin, Harran og heimsins bestu innbjóðing. Tað er Joni Eareckson Tada, sum hevur skrivað hesa bókina. Joni Eareckson Tada gjørdist lamin í eini vanlukku, tá ið hon var 17 ára gomul og hevur hon við felagsskapi sínum, Joni and Friends, umframt at boða gleðiboðskapin, í nógv ár og kring allan heim hjálpt teimum, sum bera brek, og teirra avvarðandi.

Bøkurnar í røðini, „Sannar søgur“ (á enskum, „Tales That Tell The Truth“), siga á einfaldan hátt frá bíbliusøgum og søgum, sum onkursvegna taka samanum bíbilsk temu. Bøkurnar eru prýddar við vøkrum, hugtakandi og fangandi myndum. Bøkurnar eru ætlaðar børnum í forskúlaaldri og uppeftir.

Hetta er annað árið, Leirkerið gevur hesar barnabøkur út. Umframt nýggju bøkurnar eru tvær aðrar bøkur higartil komnar í bókarøðini: „Undrið klokkan eitt“ og „Ein garður, eitt forhang og ein krossur“. Ein máli- og ítrivsbók tilhoyrandi hesa seinnu bókina er eisini komin. Ætlanin hjá Forlagnum Leirkerinum er, at tvær bøkur í „Sannar søgur“ røðini fara at koma út árini framyvir.

Arni Zachariassen týddi bøkurnar til føroyskt. Bøkurnar fáast til til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókahandlunum kring landið.