Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2025 23:37

SANDSHIP keypir enn eitt farmaskip

Tíðindaskriv/ PF SANDSHIP

PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála um keyp av farmaskipinum Bonacieux úr Týsklandi. 

Skipið verður yvirtikið fyrst í komandi árið og umbygt til sjálvlossara. Ætlanin er, at skipið skal sigla við alifóðri til alivinnuna í útlandinum. Blásiskipan til veiting av alifóðri verður partur av umbyggingini.

Skipið verður útgjørt við framkomnari tøkni, sum minkar CO2-útlátið við 20% undir sigling. Bonacieux er bygdur í 2010 og lastar knøpp 3.000 tons.

Felagið hevur merkt vaksandi eftirspurning úr útlandinum, og er hetta ein liður í vakstrarætlan felagsins, sigur Jørgin Jacobsen stjóri.

Skipið verður skrásett í føroysku altjóða skipaskránni FAS, sum hóskar seg væl til altjóða farmaflutning.

Hetta verður 6. skipið hjá siðbundna felagnum í Fuglafirði, sum eisini hevur sandsølu á Sundi og fóðurgoymslu á Toftum. 

Tá nýggja skipið kemur í sigling, verða omanfyri 80 fólk í starvi hjá SANDSHIP.

Spjaldur