Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2024 11:46

Sandflogbóltur fyri landslið á skrá í summar

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Tvey U18 landslið eru úttikin til tvær altjóða kappingar sandflogbólti í summar

Flogbóltssamband Føroya sendir tvey U18 landslið til tvær altjóða sandflogbóltskappingar í summar. Talan er um NEVZA U18 meistaraheitið og um CEV U18 evropiska meistarakappingin. Landsliðini fata um eitt gentulið og um eitt dreingjalið – gentir og dreingir, sum eru fødd 1. januar 2007 ella seinni.

Í longri tíð, hevur FBF haft ynski um at fáa gongd á hendan partin av flogbóltinum, eins og eitt ávíst altjóða trýst eisini hevur verið á FBF um at fáa hetta í gongd. Í hesum sambandi hevur FBF ynskt, at sandflogbóltur er á skrá til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027.

Hesi landsliðini og kappinarnar eru sostatt ein byrjandi fyrireiking til Oyggjaleikirnar í 2027.

Við tað at Flogbóltssamband Føroya longu hevði ein royndan sandflogbóltsleikara og venjara í starvi – Oleksandr Dmytriiev úr Ukraina – hevur verið laga manni at geva Oleksandr – Sasha – uppgávuna at fáa gongd á sandflogbóltin og at menna hendan upp yvir næstu árini.

Seinastu vikurnar hava úttøkuvenjingar verið í Sandagerði og á Gøtusandi og tvey lið eru nú úttikin til kappingarnar. Venjarin hevur úttikið Oslu Johannesen og Mariu Teresu Vitalis til gentuliðið og Rana Ákason og Hákun Nón til dreingjaliðið. 

Fyrsta kappingin er í Bridlington í Englandi í døgunum 24. – 28. juni. Talan er um kapping um NEVZA U18 meistaraheitið. NEVZA fatar um limalondini í CEV í Norðurlondum og England. Til hesa kappingina eru tó eisini aðrar tjóðir bodnar við, soleiðis at føroysku leikararnir koma at møta liðum úr Englandi, Svøríki, Norra, Íslandi, Írlandi og Skotlandi.

Seinna kappingin er í Kachreti í Georgia í døgunum 10. – 14. juli. Her er talan um evropiska meistaraheitið fyri U18 lið í sandflogbólti. Dystarskráin verður løgd eftir styrkismetingini hjá einstøku londunum. Við tað at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar luttekur, skulu føroysku liðini fyrst luttaka í eini undankapping, sum verður 10. juli. Í hesi undankappingini skulu føroysku dreingirnir leika ímóti Slovakia, Rumenia, Asarbadjan og Kosovo. Genturnar skulu leika ímóti Serbia, Rumenia, Kosovo og Asarbadjan. Fyri bæði dreingirnar og genturnar koma tvey lið víðari til sjálva kappingina um evropiska meistaraheitið.

Fyrireikingarnar til kappingarnar hava verið og halda áfram á sandinum í Sandagerði og á sandinum í Syðrugøtu. Hóast umhvørvið er fantastiskt, eru hetta  ikki bestu ítróttarligu umstøður og vónin hjá Flogbóltssambandi Føroya er, at onkrar av komunnunum fara at setta upp veruligar sandflogbóltsvallir og vónandi verður onkur sandflogbóltshøll eisini at síggja í næstum.