Granskingarráðið
Granskingarráðið hevur savnað upplýsingar um allar stuðulsumsóknir og játtanir í eitt samvirkið yvirlit, sum er lagt á heimasíðuna. Sí yvirlitið her
Yvirlitið vísir hagtøl frá øllum stuðulsskipanum, sum Granskingarráðið hevur fyrisitið frá 2006 til í dag.
Gevið gætur, at tað tekur eina løtu at lesa yvirlitið inn. Til ber at lata yvirlitið upp í nýggjum vindeyga við at trýsta á myndina í niðasta høgra horni.
Frágreiðing um skrásetingar
Yvirlitið vísir árligar stuðulsjáttanir frá 2006 og frameftir. Talan er um meginstuðulsskipanina Stuðul til gransking, sum fær játtan á løgtingsfíggjarlógini, og aðrar innlendis og útlendskar skipanir.
Skrásetingarnar eru býttar á skipanir, ár, lond, stovnar & fyritøkur, fakøki og kyn. Lýst verður hvussu nógv er søkt og hvussu nógv er játtað.
Umsóknir og játtanir verða skrásettar sum annaðhvørt ph.d.-verkætlanir ella verkætlanir.
Játtanarpartur er annaðhvørt til tal av umsóknum ella av samlaðu søktu upphæddunum.
Sami stovnur fyrisitur fleiri skipanir
Granskingarráðið fyrisitur eina røð av skipanum, ið eftir umsókn kunnu lata stuðul til gransking, menning og nýskapan. Niðanfyri eru skipanirnar nevndar og lýstar.
Fyri hvørja stuðulsskipan er ein faknevnd, ið tekur avgerð um, hvørjar verkætlanir skulu fáa játtaðan stuðul. Umsóknir um stuðul til gransking verða sendar til metingar hjá óheftum metarum, tá ið stuðulsupphædd og vavið á verkætlanini talar fyri tí.
Allar skipanir, ið hava sum endamál at veita fíggjarligan stuðul til gransking, menning og nýskapan, kunnu eftir avtalu verða lagdar til fyrisitingina sbrt. galdandi løgtingslóg. Endamálið er at geva brúkarunum eina hurð til fleiri líknandi tænastur og gagnnýta fyrisitingarligu førleikarnar og orkuna best møguligt.
Stuðulsskipanir í yvirlitinum
Stuðul til gransking – Løgtingið játtar árliga eina upphædd til stuðulsskipanina Stuðul til gransking. Hetta er megin stuðulsskipanin til gransking í Føroyum. Stuðulsskipanin er heimilað í lóg og kunngerð. Stuðul hevur verið latin frá hesi skipan síðani 1996.
Sjúkrakassagrunnurin – Fæ, latið við løgtingslóg og avtalu í 2014, tá sjúkrakassarnir vórðu niðurlagdir. Tvær stuðulsskipanir: Smærri verkætlanir og gransking. Stuðul varð latin frá 2014 til 2021, tá alt fæið var útlutað.
Minningargrunnur fyri Dánjal Niclasen – Fæ, latið frá privatum grunni í 2017. Alt fæið varð útlutað í 2018.
Covid-19 – Bráðfeingis stuðul frá privatum vinnufeløgum og Sjúkrakassafænum í 2020. Allur stuðulin varð útlutaður í 2020.
Arbeiðsmarknaðarátøk – Fæ, latið við løgtingslóg og avtalu, tá Frítíðargrunnurin varð niðurlagdur í 2022. Tvær stuðulsskipanir: Smærri verkætlanir og gransking. Stuðul er latin frá 2022 og verður latin, til alt fæið er útlutað.
MARiNAO – Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi (Marine Research in the North Atlantic Ocean – MARiNAO). Játtan frá donsku fíggjarlógini latin fyrisitingini sambært avtalu við játtanarskrivi frá 2020. Stuðul er latin frá 2022 og verður latin, so leingi árlig játtan er tøk.
FASDiNA – Stuðul til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitik í Norðuratlantshavi (FASDiNA – Foreign Affairs, Security and Defence in the North Atlantic). Játtan frá donsku fíggjarlógini latin fyrisitingini sambært avtalu við játtanarskrivi frá 2023. Stuðul er latin frá 2024 og verður latin, so leingi árlig játtan er tøk.
