Tíðindaskriv/ Badmintonsamband Føroyar
Badmintonsamband Føroya og NB Fysioterapi hava gjørt samstarvsavtalu. Samstarvsavtalan inniber, at NB Fysioterapi fer at testa landslið- og ungdómslandsliðleikararnar tvær ferðir um árið. Leikararnir fáa so venjingarætlan, sum skal styrkja og geva javnvág í kroppin.
“Vit í BSF eru sera spent upp á samstarvið”, sigur Katrin Jacobsen, forfólk. “Badminton er ein strævin ítrótt, og er tað av sera stórum týdningi, at vit gera alt vit kunnu, fyri at fyribyrgja, at okkara leikarar fáa álvarsligar skaðar.”
“Vit eru eisini spentir uppá samstarvið! Skaðafyribyrging er nakað vit hava spesialisera okkum í, og tað er gleðiligt at Badmintonsambandið hevur tikið hetta stigið, ið fer at betra um ítróttarliga avrikið hjá badmintonspælarunum”, sigur Niklas Reginson frá NB Fysioterapi.
