Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2024 20:06

Samstarv við ComedyKlubben og teirra skemtarar

Tíðindaskriv

Nú kunnu vit við gleði avdúka, at Hugnaløtur og ComedyKlubben hava gjørt eitt samstarv, har teir senda teirra bestu stand up skemtarar til Føroya, við jøvnum millumbili. Hesar fyrstu tvær sýningarnar verða í John’s í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 15. mars kl. 20.30, og í Bryggjarínum OY á Hálsi leygarkvøldið tann 16. mars kl. 19.30. Til sýningina í OY, verður møguleiki fyri at bíleggja sær góðan mat áðrenn.

Brian Mørk, Jacob Wilson og Valdemar Pustelnik eru teir fyrstu

Teir fyrstu frá ComedyKlubben sum koma til Føroya eru Brian Mørk, Jacob Wilson og Valdemar Pustelnik. 

Brian Mørk hevur verið stand up skemtari í meir enn 20 ár, har hann nokk er best kendur frá “Brian Mørk Show”, “Talegaver til Børn, “Mørk og Jul” og “Comedy Aid”. Seinnu árini er hann eisini blivin væl kendur fyri sítt podcast, “Brian Mørk Show Podcast”. 

Jacob Wilson hevur eisini yvir 20 ár á baki sum stand up skemtari. Hann er best kendur sum vertur á sjónvarpssendingini “Bingo Banko”, og hevur arbeitt nógv sum skemtingarsamur útvarpsvertur á Radio 100FM og nú á Radio 100. Eisini hevur hann nógvar framførslur á “Live fra Comedy ZOO” og á “Live fra Bremen”.    

Valdemar Pustelnik er fastur vertur hjá ComedyKlubben og hevur nógvar framførslur í ryggsekkinum. Hann er nokk best kendur frá “Zulu Open Mic” og hevur gjørt fýra einmans sýningar, sum hava verið sera væl umtøktar í Danmark.

Hetta eru tríggir sera stuttligir harrar, sum hava fleiri 100 sýningar á CV’num, so teir eru ikki hvør sum helst. Teir eru sera spentir og væl upplagdir til hendan túrin til Føroya, so láturmusklarnir sleppa heilt vist at royna seg hesi bæði kvøldini.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á atgongumerki.fo longu nú.

Tað er sera avmarkað nøgd til sýningarnar, so tað loysir seg nokk ikki at ivast alt ov leingi.