Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2026 17:19

Samstarv um vitlíki

Mynd: RR Consulting

Tíðindaskriv/ RR Consulting

RR Consulting og Dávid í Lág hava gjørt eina avtalu um samstarv um ráðgeving í vitlíki og KT, umframt at halda skeið og verkstovur, sum RR Consulting skipar fyri.

Við samstarvinum styrkir RR Consulting sínar fakligu og tøkniligu førleikar og fær betri møguleikar at menna nýggjar tænastur og arbeiðshættir til gagns fyri kundarnar.

Dávid í Lág er útbúgvin teldufrøðingur og er í gongd við eina Ph.D.-verkætlan, har hann granskar í vitlíki og máltøkni. Hann hevur drúgvar royndir í at leiða KT-verkætlanir og at undirvísa í KT í arbeiðshøpi.

RR Consulting hevur skipað fyri fleiri væl vitjaðum skeiðum í vitlíki, har Dávid í Lág hevur undirvíst. Skeiðini hava fingið nógvar góðar afturmeldingar frá luttakarunum.

Vitlíki er ein týðandi tøkni, sum mennist skjótt og gevur nýggjar møguleikar í arbeiðinum at menna organisatiónir og styrkja leiðslu- og strategiarbeiði. Tí fegnast RR Consulting um samstarvið við Dávid í Lág, sum styrkir førleikarnar at ráðgeva, menna og skapa virði fyri kundarnar.

Spjaldur