Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2026 14:20

Samsjón á Skála 10 ár í dag

Karina Højgaard eigari av Samsjón á Skála. Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag hevur Samsjón Optik á Skála 10 ár á baki og í tí sambandi bjóða tey inn til føðingardagskøku, drekkamunn og annað gott seinnapartin.

Eysturoyarportalurin var ein túr á gátt meðan seinastu fyrireikingarnar vóru gjørdar.

Tað er Karina Højgaard, sum er autoriseraður optikari (optometrist), sjónvenjari (neuro-optometristur) og motorikkvegleiðari, sum eigur og rekur fyritøkuna, saman við manninum Svend Højgaard.

Samsjón heldur í dag til á Skálavegi 213 á Skála, á ovastu hædd, í sama bygningi sum t.d. matvøruhandilin Skálin.

Samsjón byrjaði í 2016 sum ein sjónvenjingarklinikk. Fyrstu árini varð hildið til í hølum í Saltangará, men flutt varð til Skála á vári í 2019. Virksemið varð síðani víðkað í 2021, tá ið eisini varð byrja at selja brillur v.m.

Myndir: Eysturoyarportalurin