Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2022 07:33

Samráðingarnar við handverkarafeløgini eru byrjaðar

Mynd: Vinnuhúsið

Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna eru nú farin undir at samráðast um handverkarasáttmálan, sum gongur út 1. oktober 2022.

Partarnir brúka nú nakrar dagar at fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum, og farið verður víðari við samráðingunum mánadagin 26. september.